Tryggingin koyrt stjóran til hús

Regin Hammer fer frá sum stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum. Nýggj nevnd er vald fyri stuttum, og nevndin ynskir at byrja við nýggjum stjóra.


Mortan Poulsen tekur við sum fyribilsstjóri í felagnum, til nýggjur stjóri er settur.


Nevndin ynskir, at áherðsla verður løgd á tvørgangandi samstarv - bæði í felagnum og innan samtakið sum heild. Nýggi stjórin skal standa á odda fyri hesum arbeiði.


- Nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur fyri stuttum valt nýggja nevnd í Tryggingarfelagið Føroyar, sum, saman við nýggja stjóranum, skal mynda nýggju leiðsluna í felagnum. Sameiningin millum Tryggingarfelagið Føroyar og hini feløgini í samtakinum skal styrkjast og mennast enn meira, sigur Arni D. Brattaberg, formaður í TF Holding P/F, sum samstundis takkar Regini Hammer fyri arbeiðið, hann hevur gjørt fyri felagið.


Regin Hammer fer frá eftir 5 ár sum stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum. Hann fer samstundis frá sum stjóri í TF Holding og Ognarfelag Tryggingartakaranna.


- Henda tíðin hevur verið sera áhugaverd og spennandi, og eg ynski felagnum og øllum starvsfólkunum alt tað besta framyvir, sigur Regin Hammer.


Nevndin er í eini tilgongd, har leitað verður eftir nýggjum stjóra fyri Tryggingarfelagið Føroyar.