Eikmálið er nú liðugt og dómur fallin, har ábyrgdarfólk fingu dóm, og skulu gjalda millióna endurgjald. Frammi hevur verið, at trygging rindar stóran part av upphæddini, tí ábyrgdarfólkini hava slíka trygging.
Tryggingartakarin skal ikki gjalda fyri stjóra- og nevndartryggingar.
Hesum boðar Betri frá í kvøld í fráboðan, har sagt verður soleiðis:
Seinastu dagarnar hevur verið ført fram, at tryggingartakarin í Betri Trygging skal gjalda fyri, at stjóra- og nevndartryggingar eru teknaðar. Hetta er ikki rætt.
Tryggingartakarin verður ikki ávirkaður av hesum, og stjóra- og nevndartryggingar ávirka í sera lítlan mun roknskapin hjá Betri Trygging fyri 2019.
Og Betri leggur afturat í fráboðanini í kvøld, at sum eitt ískoyti kann nevnast, at vanliga verða stjóra- og nevndartryggingar endurtryggjaðar av øðrum tryggingarfelagi uttanlands.











