Tryggingarfelagið vann Firmakappingina

Gráa Pakkhús gav tryggingarfólkunum ein skarpan gang, men mátti lúta at enda Firmakappingin hjá Rás2 er lokin á hesum sinni. Endin var, at Tryggingarfelagið Føroyar vann finaluna ímóti Gráa Pakkhúsi hjá Skipafelagnum. Av 11 møguligum stigum fekk Tryggingarfelagið Føroyar 8 stig, meðan Gráa Pakkhús fekk 7 stig.

Tryggingarfelagið var á odda 4-2 og 5-3, men Gráa Pakkhús kláraði at toga seg uppá javnleik 7-7. Men Tryggingarfelagið koyrdi tann seinasta spurningin í hús, og var rómurin øgiligur, tá staðfest var, at tey høvdu vunnið 8-7, og haraftrat eina ferð fyri 20 fólk við Norrønu.

Handilin Inn á Landavegnum læt páskaregg til teir 10 luttakarnar á tapandi liðnum, sum sostatt ikki fóru heim við ongum. Bæði liðini høvdu mannað seg við góðum stuðlum, sum syrgdu fyri at seta lív í eina spennandi og dramatiska finalu. 61 fyritøkur tóku lut í Firmakappingini.