Fyri nøkrum mánaðum síðani boðaði Tryggingarfelagið Føroyar frá, at nýggi stjórin var funninn, men sagt varð samstundis, at enn var einki avtalað nær hann skuldi taka við starvinum. Hetta hekk saman við, at Jens Petur Arge, stjóri, enn ikki hevði avgjørt, nær hann skal fara frá.
Nú hevur Jens Petur tikið avgerðina. Og hon sigur, at Jens Petur fer frá sum stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar 1. juli 2000. Tað merkir, at Gunnar í Liða tekur við sum stjóri henda dag.
Samstundis sum Gunnar í Liða tekur við sum nýggjur stjóri verður leiðslan í Tryggingarfelagnum umskipað til framyvir at hava tveir stjórar. Mortan Poulsen, sum hevur sitið í leiðsluni síðani feløgini vórðu samanløgd, er settur nýggjur stjóir, og hann tekur eisini við 1. juli 2000.
At Jens Petur Arge hevur valt sær 1. juli 2000 sum fráfaringardag kemur ikki av tilvild, ti henda dag hava gomlu feløgini aftanfyri Tryggingarfelagið Føroyar 60 ár á baki.
Tey ungu mugu sleppa framat.
Í eini stuttari viðmerking til Sosialin, sigur Jens Petur Arge, at hann heldur, at tað er tann rætti dagurin, at skifta.
- Tað eru broytingartíðir, og nú haldi eg, at tað er rætt at loyva yngru kreftunum framat. Tað hevur verið hugaligt, at vera stjóri í Tryggingarfelagnum og tað hevur verið eitt spennandi arbeið, sigur fráfarandi stjórin.
Jens Petur er 63 ára gamal, og hevur starvast í Tryggingarfelagnum, sum meginpartin av tíðini kortini hevur itið Tryggingarsambandið Føroyar, í samfull 26 ár. Seinastu ellivu árini av starvstíðini hevur Jens Petur verið stjóri.
Óttast ikki kappingina
Fráfaringarynski stjóran til gomlu fyritøkuna eru, at hon má hava góðan byrð framyvir.
- Tíðirnar hava verið skiftandi, og tí hevur tað gingið upp og niður. Nú gongur enn einaferð framá, og tað er sjálvandi tað eg ynski fyritøkuni, sigur Jens Petur Arge.
Hann hevur eins og onnur staðfest, at tað verður í kapping við aðrar tryggingarútbjóðarar, og tað hevur hann einki ímópti. Hann heldur, at tað er sunt, eisini hjá tryggingarfeløgum, at hava kapping, og hann sær ongan trupulleika, at eisini onnur feløg kunnu koma til Føroya og bjóða út tryggingar.
Fyri stuttari tíð síðani var tosað um, at Tryggingarfelagið skuldi fara undir bankavirksemi, nú Føroya Banki hevði stovnað ein kappingarneyta til Tryggingarfelagið.
Til hetta sigur Jens Petur, at hjá teimum eru ongar konkretar ætlanir um at fara undir bankavirksemi.