Tryggingarfelagið Føroyar (TF) hækkar bátatrygging við 80 prosentum

Ikki eiti á jólagáva ein fær frá TF, nú skriv kom um, at skrokktryggingin á tíggjumannafarinum hækkar við 80 prosentum.

Eftir fyrspurningi fái eg at vita, at hækkingin er so ógvuslig, tí skaðar og tryggingargjald ganga líka upp, so verandi gjald er eingin forrætning hjá TF. ”Take it or leave us”.

Handan forrætningsmoralin kann TF sjálvsagt hava, men so má tað væl eisini ganga mótsetta veg við gjaldinum, tá ið bátar, hús,bilar o.a. IKKI hava haft skaðar, ella er tað bert ein, einvegis gongd hjá TF, uppeftir?

Samstundis hækkar sjálvsábyrgdin á skrokki frá 1000 krónum upp í 2500 krónur, fyri snellur hækkar sjálvsábyrgdin frá 0 krónur upp í 2000 krónum. Ny?tt er eisini, at aldursfrádráttur verður gjørdur fyri skaða á radio og nautisk tól og endurgjald verður ikki givið fyri grindaskaða, hetta er ónatúrliga stórar broytingar uppá ein gongd. Er TF við at fara á húsagongd, hava tey soviå í tímanum ella er tað bert vánalig sty?ring?

Hvør eigur Tryggingarfelagið Føroyar?

Tryggingargjaldið og bert gjaldið frá tryggingartakaranum, hevur gjørt tað møguligt hjá TF, at vinna sær pening í t. d. fíggjarheiminum. Skal tryggingartakarin ikki eisini hava ágóðan av hesum vinningi? Ognarfelagið Tryggingartakaranna eigur TF, so sjálvsagt skal tryggingartakarin hava ágóðan av fíggjarvirkseminum hjá felagnum.

Hvar er eftirlitið?

Hvar er kappingarráðiå?

Hvar er umboðsráðið?

fg800@post.olivant.fo