Tryggingarfelagið Føroyar og Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum (MBF) hava gjørt eina tvey ára samstarvsavtalu.
MBF er meginfelagið fyri 24 limafeløg, sum hava tilsamans 6000 limir. Limafeløgini umfata 4 ymsar bólkar av brekum nevniliga rørslubrek, medisinsk brek, samskiftisbrek og sálarlig/ neurologisk brek. MBF ráðgevur og arbeiðir við brekaðpolitikki, ið umfatar øll samfelagsviðurskifti, meðan einstøku limafeløgini taka sær av einstaklingamálum.
Í ár hevur MBF 30 ára stovningardag og verður hetta hátíðarhildið seinni í ár. Seinastu 30 árini eru nógv frambrot hend. Fólk við breki eru í dag ein sjónligur partur av borgarunum í Føroyum, ein virkin og luttakandi bólkur, men havast má í huga, at vit áhaldandi mugu halda fast og verða við til at menna okkara samfelag. Tað er aðalmálið hjá MBF at tryggja. Síðsta stóra takið er ST sáttmálin, sum skal verja og tryggja rættindi hjá fólki við breki.
- Henda samstarvsavtalan vil verða við til at MBF kann gera enn fleiri góð átøk borgaran við breki at gagni, sigur Leila Solmunde, forkvinna í MBF.
Kristina Háfoss sigur, at MBF er við til at skapa tryggleika og betra korini hjá fólki, ið bera brek í Føroyum.
- Í ár eru tað 30 ár síðan MBF fór undir hetta virksemið og hevur felagið vunnið nógv rættindi fyri føroyingar við breki seinastu trý áratíggini. Enn eru tó nógv mál fyri framman, og eru vit fegin um, at kunna verða við til framhaldandi at menna hetta økið í Føroyum í samstarvi við MBF, sigur Kristina Háfoss, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum.
---
Mynd: Leila Solmunde, forkvinna fyri MBF og Kristina Háfoss, deildarstjóri hjá Tryggingarfelagnum Føroyum undirskrivaðu sáttmálan