Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar bæði Heidi og ÍSB

Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt stuðulssáttmálar við bæði Heidi Andreasen og ÍSB, og eru sáttmálarnir báðir galdandi til árslok næsta ár. Hetta kemur væl við hjá Heidi, sum í næstum fer á paralympisku leikirnar í Athen, og ÍSB, sum støðugt økir um sítt virksemi og síni tilboð til brekað

Frá 17. til 28. september fara vit enn eina ferð at fylgja við, hvussu gongst Føroyum í paralympisku leikunum. Leikirnir, sum verða í Athen, eru teir sættu við føroyskari luttøku, og hetta verður aðru ferð, at svimjarin Heidi Andreasen er við til paralympiskar leikir.
- Eg eri sera spent til hesar leikirnar, men hevði ikki kunnað gjøgnumført tað, uttan at fingið stuðul frá onkrum. Tað hevur ótrúliga stóran týdning fyri meg, at onkur stendur aftanfyri, tí tað krevur nógv at vera við í so stórum kappingum, sigur Heidi Andreasen.
Síðsta árið hevur eiðisgentan búð í Havn og vant dagliga við Havnar Svimjifelag. Hon fer í hylin hvønn einasta dag, og vanliga er talan um venjing í tveir til tríggjar tímar, so svimjingin fer við rættiliga nógvari tíð.
- Tað er ikki annað at gera, enn at hanga í og gera sítt besta, tí eg svimji so sjáldan saman við teimum, eg skal kappast ímóti, at eg má finna tíðirnar hjá teimum fram á internetinum, um eg skal finna útav, hvussu væl tað gongst hjá mær sjálvari, sigur Heidi.

»Kappast« á internetinum
Hóast tað altso bara umvegis internetið ber til dagliga at »kappast« við onnur, er líkt til, at hon dugir væl at fáa burturúr. Bara tað, at hon hetta síðsta árið hevur sett tvey heimsmet, gevur greiðar ábendingar og seriøst arbeiði saman við venjaranum, Remi Lamhauge.
- Heidi hevur vant miðvíst síðani í januar fram ímóti paralympisku leikunum, og eisini hava vit verið til tvær kappingar uttanlands, fyrst í Danmark í februar og síðani í Sheffield í mai, greiðir venjarin frá.
- Í Danmark fekk Heidi vant saman við norska landsliðnum og pørtum av tí danska, og tá vóru tvær venjingar um dagin, sum góvu nógv. Nú vit skulu til Athen, fara vit eina góða viku frammanundan úr Føroyum til Danmarkar, so síðsta hondin kann leggjast á fyrireikingarnar, áðrenn farið verður til Grikkalands fáa dagar undan leikunum.

ÍSB nógv virksemi
Umframt at Heidi Andreasen og Tryggingarfelagið Føroyar hava skrivað undir ein stuðulssáttmála, er eisini sáttmáli gjørdur millum Ítróttasambandið fyri brekað og Tryggingarfelagið Føroyar.
- Við tí nógva virksemi, vit hava, hevði tað verið sera tungt - fyri ikki at siga ógjørligt - hjá ÍSB at havt gongd í øllum. Tí eru vit sera glað fyri stuðulin, ið hevur ómetaliga nógv at siga fyri okkum, sigur Egga Jensen, formaður í ÍSB.
- Somuleiðis fegnast vit um, at tryggingin velur at stuðla Heidi Andreasen, nú hon aftur stendur framman fyri einari stórari avbjóðing, sum í nógvar mátar er rættiliga krevjandi.
Størstu ítróttagreinirnar, sum kunnu íðkast innan ÍSB, eru svimjing og boccia, men eisini er eitt sindur av borðtennis, frælsum ítrótti og bogaskjóting, umframt at ÍSB er farið undir fimleik á motiónsstigi og stavbólt.
Egga Jensen sigur, at ÍSB eisini hevur tikið upp samstarv við fleiri skúlar, og millum annað verður nú leygardagin skipað fyri einum stórum barnadegi í badmintonhøllini í Gundadali. - Hjá okkum er tað soleiðis, at vit noyðast at gera eitt uppsøkjandi arbeiði fyri at finna nýggjar íðkarar, so tí er umráðandi hjá okkum at hava gott samstarv nógvar vegir, sigur hann.

Glað fyri at stuðla
Eisini Tryggingarfelagið Føroyar fegnast um, at tað er gjørligt at stuðla bæði Heidi Andreasen og ÍSB.
- Okkara vón er, at stuðulin veruliga kann koma bæði Heidi og ÍSB til góðar, ikki minst tá stór tøk skulu takast, sum eitt nú at Heidi fer til paralympisku leikirnar, sigur Heðin Mortensen frá marknaðardeildini á Tryggingarfelagnum Føroyar.
Eisini Brynhild Setberg, deildarleiðari á Tryggingarfelagnum Føroyar, fegnast um, at felagið kann veita bæði Heidi og ÍSB eina hjálpandi hond:
- Vit eru sera glað fyri, at vit hava fingið møguleikan at stuðla í hesum førinum, og ikki minst fegnast vit um, at vit kunnu gera umstøðurnar hjá Heidi Andreasen lættari, sigur hon.
- Allir føroyingar eru góðir við Heidi, sum samstundis má sigast í allar mátar at vera eitt gott fyridømi fyri føroysk ungfólk. At vit so eisini kunnu vera við til at hjálpa henni fram á leið, eru vit sera fegin um.