Biltryggingar
Sum fyrr boðað frá, hevur Tryggingarfelagið Føroyar frá 1. februar 99 betrað um fullnaðin fyri biltryggingar, samstundis sum møguleiki skuldi verða seinni at velja ímillum 7 ymiskar biltryggingar. Boðað var eisini tá frá, at kundarnir verða býttir í fýra kundabólkar. Ungdómskundar, meginkundar, serkundar og úrvalskundar, sum seinni skuldi fáa sersømdir.
Frá 1. mars 1999 er nú henda skpan sett í verk fult út og kunnu vit nú bjóða okkara úrvalskundum eina fastgjaldsskipan við 30% í avsláttri. Sjálvsábyrgdin er 3000 kr.
Ein úrvalskundi
er ein kundi:
sum er á avsláttarstigi 11, ella sum seinastu 7 árini hevur havt biltrygging, og í mesta lagi havt 1 skaða, sum hevur allar sínar tryggingar í Tryggingarfelagnum Føroyar, sum er fyltur 25 ár