Tryggingarfelagið Føroyar høvuðsstuðul hjá Neistanum

- Kvinnurnar hjá Neistanum hava seinastu árini verið millum fremstu hondbóltslið í landinum. Tey virðir, ið tær umboða eru nøkur, ið vit sum felag fegin vilja stuðla undir og vera við til at styrkja. Vit eru tí fegin um, at gerast høvuðsstuðul hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum, og vóna, at vit harvið eisini kunnu vera við til at stuðla undir enn betri úrslitum. Tryggingarfelagið Føroyar er sum heild stórur stuðul hjá føroyskum ítrótti og føroyskari mentan, og avtalan við Neistan er ein partur heildarætlanini hjá felagnum, sigur Kristina Háfoss, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum.

 

Neistin fegnast eisini um nýggju avtaluna við Tryggingarfelagið Føroyar, ið fer at geva kvinnuliðnum neyðuga fíggjarliga grundarlagið, til at fáa so góðar umstøður sum møguligt í komandi kappingarári.

 

- Fyri Neistan er tað av alstórum týdningi, at vit hava góðan samstarvspart, ið kann veita okkum neyðuga fíggjarliga tryggleikan komandi tíðina. Hetta gevur okkum møguleika at geva leikarunum so góðar umstøður sum møguligt, og skapar harvið grundarlag fyri góðum úrslitinum. Vit kunnu tí ikki annað enn gleðast um, at Tryggingarfelagið Føroyar hevur valt at gerast samstarvsavtalu við júst okkum, sigur Kjartan Thomasen, formaður í Neistanum.