Tryggingarfelagið bjóðar bíligari bilfígging

Tryggingarfelagið Føroyar er nú farið undir fígging av bilum og tekur harvið kappingina upp við peningastovnarnar innan bilfígging. Rentan er 7,25 % fyri øll lán, og hon er væl lægri enn í peningastovnunum. At Tryggingarfelagið Føroyar er farið undir bilfígging er aftursvar til, at Føroya Banki í samstarvi við Trygd fór undir at veita tryggingar

 

Fígging


? Konseptið hjá okkum er, at kundin fær fíggingina á bilasøluni, skjóta avgreiðslu og einfaldar lánitreytir. Kundin skal ikki kredittmetast sum í peningastovnunum og fær eina bíliga fígging. Soleiðis dregur Gunnar í Liða samanum.

Tryggingarfelagið Føroyar, risin í føroyska tryggingarheiminum, er farið undir bilfígging, sum er væl bíligari enn tær fíggingar, ið frammanundan vóru á marknaðinum. Tryggingarfelagið fer harvið undir nýtt virkisøki, har felagið fer at veita bilfígging á sjálvari bilasøluni.

Á tíðindafundi hósmorgunin varð komið fram við nýggja átakinum. Gunnar í Liða, forstjóri, Mortan Poulsen, stjóri, og Henry Olsen av marknaðardeildini vóru til staðar.

Tá bilurin verður keyptur, verður skipað fyri fíggingini á bilasøluni, sum hevur beinleiðis samband við tryggingarfelagið gjøgnum internetið. Tað tekur einar tveir tímar at fáa lánið í lag. Fyrimunurin við hesum er, at keyparin sleppur frá at fara í ein peningastovn at fáa fígging, vísir Tryggingarfelagið á.

Rentan til øll lánini er 7,25 %, og hetta er lægsta rentan á marknaðinum í løtuni. Rentan liggur føst og verður ikki stillað eftir, hvussu stórt útgjaldið er. Í peningastovnunum verður rentan løgd eftir, hvussu nógv keyparin kann leggja á borðið beinanvegin.

Í Føroya Banka er rentan ymisk alt eftir útgjaldinum. Um útgjaldið hjá kundanum er 30%, er rentan 9,75%. Er útgjaldið 40%, er rentan 8,75%. Um útgjaldið er 50%, er rentan 8%.

Tó eru nakrar treytir við lánsveitingini hjá Tryggingarfelagnum. Lán verða ikki veitt til keyp av bilum, ið eru eldri enn sjey ár, og lánsupphæddin er ikki omanfyri 70%. Kundin hevur í mesta lagi sjey ár at gjalda lánið aftur.


Endamálið at vinna pening

Gunnar í Liða, forstjóri á Tryggingarfelagnum, sigur, at høvuðsendamálið hjá felagnum er at forvinna pening í sambandi við bilfíggingina.

? Hetta er ein nýggjur inntøkumøguleiki hjá okkum, og vit vita, at lán í bilum verða oftast goldin aftur, sigur Gunnar í Liða.

Felagið hevur eisini kannað bilamarknaðin í Føroyum. Í dag eru 15.000 privat akfør á føroysku vegunum, og meira enn helmingurin er eldri enn fimm ár. Tí væntar felagið, at føroyingar framhaldandi fara at skifta bilarnar út, og harvið er tørvur á bilfígging.

Tað er væl eingin loyna, at felagið eisini væntar sær at fáa nakrar fleiri bilatryggingar, og soleiðis fáa tvey fyri eitt.


Til øll

Henda bilfíggingin er til allar føroyingar, ið ynskja fígging til keyp av bili. Ein kundi kann væl hava sína trygging í Trygd, men fíggja bilin í Tryggingarfelagnum Føroyar.

? Tað hevði verið býtt av okkum at steingja ein part av inntøkukelduni úti, men hinvegin so eru tey flestu kundar her hjá okkum, sigur forstjórin.

Felagið hevur arbeitt við at fyrireika bilfíggingina í eitt hálvt ár, og allar tær stóru bilasølurnar hava fingið telduskipanina. Tað verður marknaðardeildin, ið fer at umsita bilfíggingina, og í tí sambandi er Petur Elias Petersen settur í starv. Hann hevur arbeitt í fleiri ár hjá Føroya Banka.

? Vit rokna við góðari undirtøku, og vit meta uttan iva, at vit kunnu forvinna pening frá hesum.

Tryggingarfelagið hevur fyrr veitt kommunum og stovnum fígging, men hetta er fyrstu ferð, at felagið leggur seg úti privata fígging.