Ásannandi at føroyskir fótbóltsleikarar í nógvar mátar eru at meta sum yrkisleikarar, hava ikki færri enn 10 feløg lagt uppskot til aðalfundin, har heitt verður á FSF um skipa soleiðis fyri, at allir føroyskir fótbóltsleikarar eru tryggjaðir.
Sum er, hevur FSF bert ábyrgdina av, at landsliðsleikarar eru tryggjaðir, men hetta meta tey 10 feløgini ikki vera nøktandi.
Umframt at tryggja leikararnar sjálvar ímóti inntøkumissi, so vilja feløgini við uppskotinum eisini tryggja sær, at feløgini ikki verða við skerdan lut, um ein av berandi leikarunum á liðnum verður langtíðarskaddur.
Víst verður í hesum sambandi á, at grunda á fíggjarligu bindingarnar, sum feløgini eisini hava mótvegis skaddum leikarum, kann verða sera tungt at útvega sær neyðugan styrk, um leikarar verða langtíðarskaddir, og við teimum upphæddum, sum europeiskur fótbóltur hevur við sær, kann hetta innibera ein fíggjarligan smeit fyri feløgini.
Tey tíggju feløgini, sum hava skrivað undir uppskotið, eru HB, B36, EB/Streymur, B68, GÍ, NSÍ, KÍ, VB, Skála og TB