Útlendsku alarmsentralarnir hjá tryggingarfeløgunum kunnu fáa trupulleikar at veita fullgóðar tænastur til ferðandi í útlandinum, sum verða smittað við SARS.
Tað sigur Christian Nielsen, stjóri í TRYGD. Hann hevur sent eitt tíðindaskriv út til føroysku fjølmiðlarnir, sum kemur frá Forsikringens Hus í Danmark
? Okkara støða er júst tann sama sum í Danmark, tí vit brúka somu alarmsentralarnir, sigur Christian Nielsen.
Hann vil onki siga um, hvussu álvarsliga tryggingarfeløgini meta nýggju sjúkuna SARS, sum ger um seg í Kina og Hong Kong og hevur breitt seg til eini 20 lond. Men hann vil bara vísa á, at undantaksstøðan ger, at tú ikki kanst rokna við at fáa ta vanligu tænastuna frá tryggingarfeløgunum, um tú verður smittaður við SARS.
? Um tú ferðast til eitt land, har SARS ger um seg, so skalt tú vera greiður um, at tað ikki er vist, at tú kanst fáa hjálp, soleiðis sum tú hevði væntað. Tað vil eitt nú siga, at tað ikki er vist, at tú kanst verða sendur heim, um tú verður smittaður við SARS, tí útferðarforboð er galdandi. Tú kanst heldur ikki væntað at vera fluttur til tað besta sjúkrahúsið, sum vit plaga at gera, men mást finna teg í at vera innlagdur á almenn sjúkrahús, sigur Christan Nielsen.
Stjórin í TRYGD leggur staðiliga dent á, at teir onki kenna til nakað dømi um føroying, sum hevur fingið sjúkuna SARS.