- Tryggið tykkum at einki liggur leyst

Tað ræður um at vera umhugsin í morgun og tryggja sær, at einki tilfar liggur leyst. Innsatsleiðarin hjá Tórshavnar Sløkkiliði sigur, at telefonirnar byrja at ringa hjá teimum nú, og hann væntar, at tað verður meira at gera nú, tá fólk eru komin upp og kanska leggja merki til okkurt. Heitt verður á fólk um at hugsa um trygdina í óveðrinum. 

 

- Tað ræður í øllum førum um at tryggja sær, at einki liggur leyst, sum kann fúka við vindinum. Plátur og løtt stór ting taka nógvan vind á seg, og tí er tað umráðandi at fáa skil á hetta. Plátur hava nógv lættari at fúka enn til dømis ein bjálki. Tað kann eisini vera, at fólk hava sett havamøblarnar upp longu, og hetta kann eisini fara við vindinum, sigur Hans David Hansen, leiðari.