Tryggast er at tiga

Jákup Petersen
---------

Landsstýrismaðurin í heilsumálum leggur nú á navngivnar tænastumenn á smáu sjúkrahúsunum.
Axel Johannesen leggur ikki fingrarnar ímillum, nú hann førir fram í fjølmiðlunum, at tað er maktspæl frá navngivnum yvirlæknum á smáu sjúkrahúsunum, sum eru ársøk til trupulleikarnar í sjúkrahúsverkinum. Og at tað eru yvirlæknarnir á smáu sjúkrahúsunum sum ikki vilja samstarva um tað høga mál, at fáa sjúkrahúsverkið at hanga betri saman.
Eg vil meta, at tey flestu longu nú eru greið yvir, hvar landsstýrismaðurin fær síni input frá. Og tað er ikki frá teimum smáu sjúkrahúsunum.
Hann hevur sostatt lagt seg persónliga í nakað, sum hann heldur verða eitt maktstríð. Eg kann vissa landsstýrismannin um, at tey smáu sjúkrahúsini eru heilt uttan nakra makt í heila tikið. So hann kann sova trygt um náttina nú hann hevur tikið partí.
Fyri tað fyrsta so vóru tað ikki yvirlæknarnir, sum aftraðu seg í, at skriva undir eina samstarvsavtalu. Tað vóru sjúkrahússtjórarnir á teimum smáu sjúkrahúsunum, sum gjørdu metingina, at hendingarnar hálvárið saman við samstarvsavtaluni fóru at máða grundarlagið undan smáu sjúkrahúsunum.
Teir mettu tað snøggt sagt ikki sum eina roynd, at fáa betri samstarv, men heldur sum eina roynd at leggja smáu sjúkrahúsini undir fyrisiting av Landssjúkrahúsinum. Ella við øðrum orðum, eitt maktspæl frá miðfyrisitingini.
Smáu sjúkrahúsini hava stríðst og rópt eftir samstarvi til tey eru vorðin blá í andlitinum. Men tað er rætt sum stjórarnir fyri smáu sjúkrahúsini hava ført fram fyri Heilsumalaráði – hvussu samarbeiðir tú við ein stovn, sum alment sigur, at hann vil niðurleggja teg. Tað er jú torført.
Men tey smáu sjúkrahúsini hava roynt. Tey hava hugaliga luttikið í arbeiðinum í tí strategiska bólkinum, lagt stóran dent á arbeiðið í stjórabólkinum og verið sera aktiv í visitatiónsnevndini.
Men tá tað kom til stykkis, so varð teirra arbeiði her gjørt til einkis. Tað vóru sterku kreftirnar í miðøkinum, sum enn einaferð settu dagsordaina. Hetta heil uttan atlit til tað bólka og nevndar arbeiði, sum varð farið fram. Endaliga avgerðin í heilsumálaráðnum gekk sostatt ímóti stjórabólkinum, hon gekk ímóti strategiska bólkinum og eisini ímóti visitatiónsnevndini. Visitatiónsnevndin varð eitt sindur í iva, um heilsumálaráðið hevði misskilt okkurt og send eitt bræv afturat til heilsumálaráðið, har tey gjørdu púra greitt, at tey vóru ímóti ætlanin. Men onki hjálpti.
Nei, Axel Johannesen samstarvshugurin hjá teimum smáu sjúkrahúsunum liggur ikki eftir. Vit kunnu heldur ikki liva uttan samstarv. Havandi hetta í huga hevðið eg á einum fundi við menningarstjóran herfyri uppskot um, at yvirlæknarnir í sjúkrahúsverkinum skuldu møtast fyri at ráðleggja um, hvussu tað ítøkiliga samstarvið skuldi styrkjast og útbyggjast. Menningarstjórin gjørdi eitt áatak men fekk ongan yvirlækna í miðøkinum sum vildi tosa við okkum. Tað var ikki bara nei, tað varð kortanei.
Allir trupulleikar innan heilsuverkið eru higartil ”loysstir” við at økja um tænastuna fyri miðøkið og minka um tænastuna í útjarðanum. So Axel hevur rætt, tá hann sigur, at taparin er sjúklingurin. Men tað er ikki sjúklingurin í miðøkinum. Nei, taparin er sjúklingurin í útjarðanum. Og tað heldur áfram.
Royndirnar hjá landsstýrismanninum at seta kílar millum yvirlæknarnir á smáu sjúrkahúsunum og sjúkrahúsleiðslurnar har fer helst ikki at eydnast.
Sjúkrahússtjórarnir eru sjalvandi varnir við at koma við almennum viðmerkingum. Tað kann hava álvarsamar fylgjur í Føroyum.
Sjálvt eftir at løgmannsstjóri Marjun Hanussardóttir ferð eftir ferð hevur borið uppá mál, at starvsfólk í tí almenna í størri mun eiga at luttaka í almenna kjakinum. So er tað greitt, at tað tryggasta er at tiga.
Hetta kunnu teir so aftur nú sanna tá landsstýrismaðurin í heilsumálum enn einaferð gerð persónlig álop á yvirlæknarnar á teimum smáu sjúkrahúsunum, sum vága sær at tosa við tíðindafólk.
Hinvegin tykist hann ikki hava nakran trupulleika av, at læknastjórin situr í Degi og Viku og sigur, at best er at niðurleggja smáu sjúkrahúsini. Hetta sjálvt um tað er beint ímóti sjúkrahúslógini.