Tveir skottilburðir í finskum skúlum tey seinnu árini hava fingið myndugleikarnar at gera av, at landsins skúlastovur skulu gerast tryggari. Eitt nú skal tað vera betur møguligt hjá næmingum og lærarum at sleppa út, um okkurt er áfatt.
Blaðið Tunun Sanomat skrivar, at skúlastovurnar skulu hava eina hurð afturat ella eina trappu, sum næmingar og lærarar kunnu sleppa ígjøgnum, um tað gerst neyðugt. Harafturat skulu skúlarnir hava fleiri vaktarfólk, vakmyndatól og eldávaringartól, skrivar blaðið.
Tað er ein arbeiðsbólkur undir mentamálaráðnum, sum hevur gjørt uppskotið, sum stjórnin nú hevur samtykt. Enn er tó ikki greitt, nær broytingarnar verða settasr í verk.
Í november í 2007 skjeyt ein næmingur átta fólk í einum skúla í tí lítla býnum Jokela, og í september í 2008 drap ein næmingur á einum vinnuskúla í býnum Kauhajolu tíggju fólk.