Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, og ein heilt stórur partur av virkseminum her á landi hevur beinleiðis ella óbeinleiðis tilknýti til fiskivinnuna. Fiskivinnan skapar arbeiðspláss, búskaparvøkstur og samfelagsliga framgongd, og vit eiga sjálvandi at gera okkara allar ítasta til, at vinnan hevur best møguligar karmar at virka undir. Vit tala hóast alt um virðir í milliardaklassanum.
Men hvussu skulu hesir karmar so síggja út?
Svarið er ymiskt, alt eftir hvønn tú spyrt. Heitt kjak hevur verið um fiskivinnuna í seinastuni, og fiskivinnupolitikkur fer uttan iva at fylla nógv, nú løgtingsval verður komandi ár. Flokkarnir eru ikki samdir um leistin, og serliga sjónligur er munurin millum hugsanina hjá Fólkaflokkinum á einari síðu, og Framsókn, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi á hini síðuni.
Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólki Fólkafloksins, nýtti í kjaksendingini Radarin tann 1. oktober í ár høvi at sláa fast svar Fólkafloksins. Hann staðfesti, at vinnulívið skal hava “tryggar karmar” at virka undir. Í sama viðfangi fekk hann, forrestin, sligið fast við sjey-tumma seymi, at uppskotið hjá fleiri flokkum úr bæði samgongu og andstøðu, um at selja loyvi á uppboðssølu, fór at drepa vinnuna.
Altso, við at selja loyvini í eini marknaðargrundaðari skipan, har ið tann, sum dugir best at gagnnýta tilfeingi – tann sum er mest kappingarførur – kann fáa framgongd og skapa sær eina yrkisleið í fiskivinnuni, so oyða vit vinnuna. Vit skulu í staðin hava “tryggar karmar”.
Hvørjir eru so hesir tryggu karmarnir hjá Jákupi Mikkelsen? Jú, tað svarið hava vit eisini fingið. Vit skulu hava rullandi fiskiloyvi, sum í veruleikanum geva verandi aktørum í fiskivinnuni óavmarkaðan ognar- og ræðisrætt á fiskiloyvunum. Vit skulu við øðrum orðum avhenda alt okkara fiskiríkidømi til útvaldar aktørar, ið fáa møguleikan at ríka seg upp. Eg kann ikki siga, at Jákup Mikkelsen sigur ósatt ella manipulerar, tí at við hesi skipan hava vit jú fullkomiliga tryggar karmar. Ávísir vinnulívsmenn fáa jú loyvini til ognar, so teimum nýtist ongantíð at óttast fyri sínum virksemi aftur.
Trupulleikin við hesi skipanini er bert tann, at hetta minnir um eitthvørt, ið fiskimálaráðið í gamla Sovjett hevur penta saman. Hetta er jú totalt í andsøgn við allar grundleggjandi meginreglur í okkara fatan av marknaðarbúskapi og vinnuvirksemi. Heldur enn at leggja karmarnar kring fiskivinnuna til rættis á ein hátt, ið skapar sum mest av kapping millum aktørarnar, og harvið eggjar teimum til at reka eina so kapppingarføra, effektiva og trimmaða forrætning sum gjørligt, so verða rættindini til at gagnnýta tilfeingi hjá okkum øllum forerd úrvaldum aktørum, sum í veruleikanum fáa monopol-rættindini til at agera í fiskivinnuni.
Hetta er jú í andsøgn við heilt grundleggjandi búskaparlæru, sum einhvør 1. árs næmingur á Handilsskúlanum skilur. Til tess at maksimera samfelagsgagni av virkseminum í fiskivinnuni, eiga vit sjálvsagt at skipa karmarnar um vinnuna soleiðis, at reel frí kapping er millum aktørarnar. Haldi tað vera púra absurd, at eg, sum umboðið ein flokk, ið ofta verður róptur sosialistiskur og enntá kommunistiskur skal greiða fíggjarnevndarliminum hjá einum sokallaðum borgarligum flokki, hvussu marknaðarbúskapur í veruleikanum hongur saman.
Eg trúgvi, at veruleikin er tann, at Jákup Mikkelsen væl veit, at tað, sum skilabest hevði verið fyri føroysku fiskivinnuna var, at frí kapping varð tryggjað. Men tað, sum Jákup Mikkelsen eisini veit er, at teir aktørar, ið virka í fiskivinnuni í dag eru sera kapitalsterkir, og duga væl at plasera sín kapital hjá teimum persónum og rørslum, sum virka fyri at varðveita skipanina, sum hon er í dag. Ein nýskipan av fiskivinnuni, ið skapti veruliga kapping, kundi tí merkt politiskt exit fyri Jákup Mikkelsen.
Men tíbetur, so er tað ikki Fólkaflokkurin, sum hevur meiriluta á Føroya Løgtingi. Aðrir flokkar eru, ið skilja, at liberalisering av fiskivinnuni er neyðug, og eg ynski at venda mær til hesar flokkar og tinglimir við eini appell:
Vælsignaðu fólk! Lat okkum nú fáa eina tvørpolitiska semju, ið skipar karmarnar kring fiskivinnuna soleiðis, at vit hava fría kapping millum allar áhugaðar aktørar! Hetta fer at gera tað møguligt hjá nýggjum aktørum at royna seg í vinnuni og áhaldandi bjóða verandi aktørum av, soleiðis at vit fáa ein sunnan dynamikk í vinnuna, ið noyðir allar partar í fiskivinnuni at endurnýggja framleiðslutól og virkisgongdir.
Bert á henda hátt fáa vit eina kappingarføra fiskivinnu, ið kann bjóða londunum kring okkum av.
Og lat okkum eisini samtykkja eina lóg, ið setir krav til politisku flokkarnar, at teir skulu upplýsa allan fíggjarligan stuðul yvir 1000 kr., soleiðis at vit fáa at vita, hvørji seráhugamál ymisku flokkarnir røkja!
Samgongan valdi at fella uppskot Tjóðveldis á hesum sinni.
Hví mann tað vera?
Tór Marni Weihe,
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi