Tryggan bátahyl

Arbeiðið við at gera nýggja bátahylin í Miðvági gongur væl.

Tað eru grannakommunurnar báðar, Sandavágur og Miðvágur sum gera bátahylin, soleiðis at tað er Sandavágs kommuna sum fíggjar hann. Seinni verður hann lagdur undir Miðvágs-Sandavágs Havn.
Í Sandavági var støðan hjá bátaeigarunum ikki góð, og tí var neyðugt at finna eina hóskandi loysn.
Nú skilst at neyðugt er at leingja grótgarðin við 15-20 metrum, fyri at kyrran í hylinum skal vera nøktandi. Meirkostnaðurin av hesum er mettur til 150.000 kr., sum Sandavágs kommuna fíggjar á eykajáttanini fyri 2006.