Trygdin umborð á Nørrunu í lagi

Var trygdin ikki í lagi, høvdu vit lagt Norrønu alt fyri eitt, sigur Jógvan í Dávastovu, trygdarleiðari hjá Smyril Line

Trygdin umborð á Norrønu er væl kannað og í lagi.

Hetta sigur trygdarleiðarin hjá reiðarínum í einum tíðindaskrivi, sum varð sent pressuni seinnapartin mánadagin.

Tá Sosialurin leygardagin bar tíðindi um, at danska Sjóferðslustýrið fanst at trygdini umborð á Norrønu, vísti reiðaríið til skiparan segði seg verða skelkaðan av tíðindunum. Hann vísti á, at Norrøna hevði gullrein trygdarpapír.

Nú tekur eisini trygdarleiðarin á Smyril Line til orðanna móti ákoyringunum frá Sjóferðslustýrinum.


Nýggja roynd

Hann sigur, at tann brunaroyndin, sum Sjóferðslustýrið gav botnkarakter, fór fram í mai mánaði í fjør, tá Norrøna gjørdi klárt til summarsiglingina, og nýggja manningin var í ferð við at læra skipið at kenna og seta seg inn í allar trygdarskipanir. Vanliga verða tríggir dagar nýttir til hetta.

Í juni mánaði í fjør gjørdi Sjóferðslustýrið nýggja kanning av viðurskiftunum umborð á Norrønu, og tá varð staðfest, at manningin framvegis lýkur altjóða trygdargóðkenningina ? tann sonevnda ISM-váttanin ?sum Norrøna hevur havt síðani 1996.

? Tað er úrslitið av fyrru royndini, sum er sligin upp í fjølmiðlunum, men her má sláast faast, at um trygdin ikki var í lagi, varð Norrøna lagd beinvegin, sigur Jógvan í Dávastovu, trygdarleiðari hjá Smyril Line.


Einki at finnast at

Smyril Line vísur á, at síðani mai mánaði í fjør, tá tann nógv umtala brunaroyndin varð gjørd, hava danska, norska og føroyska skipasýnið verið umborð á Norrønu og kann trygdina, og eingin hevur havt nakað at finnast at.

? Tað skal eingin ivi vera um, at bæði reiðarí, skipari og manning framhaldandi fara at gera sítt ítarsta til, at trygdarstøðið umborð á Norrønu verður á einum høgum støði, sigru Jógvan í Dávastovu.