Trygdin skal vera í lagi

Nýggi 1.000 krónu-seðilin inniheldur eins og hinir seðlarnir í røðini hópin av trygdarátøkum

Á tíðindafuninum hósdagin helt Torben Nielsen fyri, at alt, sum er gjørt av manni, eisini kann eftirgerast, men hann vónaði í øllum førum, at trygdarátøkini gera eina møguliga eftirgerð munandi truplari.
Í stuttum kann sigast, at tú bæði kanst kenna og merkja eftir, at seðilin er ektaður. Hetta eftir fylgjandi kriterium:
- Vatnmynd er í seðlinum, sum avmyndar veðrin og føroyska krossin.
- Ein heilmynd (hologram) er á seðlinum. Hetta avmyndar motiv úr Kirkjubøarstólunum.
- Erskrift (mikroskrift) er á tølunum á seðlinum.
- Litingin er somikið tjúkk, at hendan kann kennast við fingrunum.
- Rútatráðurin til høgru á seðlinum skiftir lit, tá hann verður hildin móti ljósinum.
- Fjaldur trygdartráður er í seðlinum.