Í blaðgrein herfyri royndi eg at seta fram nakrar almennar spurningar soleiðis, at Føroya fólk kundi fáa innlit í, hvussu teirra SEV-gjald verður søplað burtur av berum kleyvarskapi.
Mín grein snúði seg mest um kleyvarskapin um oljudálkingina í Vági fyri jól í 2006.
Eg hevði væntað, at stýrisformaðurin í SEV fór at koma við einum sakligum og greiðum svari, men so eiðasørt. Har kom einki fram, men bara enn ein staðfesting av, at Leivur og hansara alliansa einki sum helst vita um trupulleikarnar í SEV, men bara lata SEV-stjóran einsamallan koyra felagsskapin enn longur út á eggina til óbótaligan skaða fyri land og fólk.
1. Hví kunnu vit ikki fáa at vita, hvat oljudálkingin í Vági hevur kostað?
Hvussu stórur er kostnaðurin av oljudálkingini? Nevndar eru upphæddir uppá 10 mió. krónur, men ber heldur ikki til at fáa svar uppá hetta? Hevur umboðsnevndin og streymgjaldarin heldur ikki krav uppá at fáa at vita hetta?
2. Hvussu ber tað til, at tá tað nú verður upplýst, at skaðin á oljutangan/tangagarðin longu kom í 1989, at hann ikki er umvældur eftir forskriftini. Er hetta ikki eitt gott dømi um manglandi innaneftirlit, sum júst meirilutin í stýrinum kravdi, men bleiv frákoyrdur uppá? Innaneftirlitisskipanin var klár at seta í verk, tá meirilutin bleiv frákoyrdur!
3. Hvør hevur veitt trygd fyri, at oljutangin í Vági var í lagi?
4. Hvør hevði ábyrgdina av oljubunkringini nevnda dag?
5. Hvør hevði ábyrgdina av, at tangagarðurin kundi taka ímóti oljuni, um óhapp hendi?
6. Hvør hevði ábygdina av, at ventilurin í tangagarðinum stóð opin, meðan oljan varð latin í tangan? Burturforkláringin hjá Leivi um ein oljuútskiljara hevur einki við veruleikan at gera. Spyr bara fakfólk um hetta!
7. Hvør hevði ábyrgdina av, at so stórar nøgdir av olju kundu renna út í Vágsfjørð undir eini bunkring? Hvør hevði ábyrgdina av, at botnurin í tangagarðinum lak í eyri og seyri?
8. Hvussu stórar nøgdir av olju runnu burtur? Ella vita tit ikki, hvussu nógv varð pumpa úr skipinum?
9. Hvussu nógv er náttúran skadd? Er tað so torført at fáa upplýst?
Hesin av proffisón journalistur og nú SEV-stýrisformaður boðaði frá, at um hann fekk stuðul at standa á odda, so skuldi ruddast upp í SEV. Fyrst og fremst skuldi opinleikin fram í hásæti. Men SEV bleiv ikki bara myrkalagt einsamalt at Leivi, men so sanniliga eisini av almennu pressuni og spinndoktaranum hjá SEV-stjóranum. Peningur er ongantíð avsettur á fíggjarætlanini til henda spinndoktara, sum er komin ígjøgnum bakdyrnar, tá ið Klæmint varð noyddur at trekkja seg í nevndini í Smyril Line.
10. Hvat kostar journalisturin og spinndoktarin Kári Durhuus árliga fyri elfelagið? Og hvussu stóra eykasamsýning fekk hann, tá ið meirilutin í SEV stýrinum skuldi varpast til hús???
Eg kenni væl aftur skrivingina hjá Leivi. Nú verður roynt at siga, at tað er synd at koma starvsfólkunum í SEV í ringt ljós. Tað hevur heldur ongantíð verið mín ætlan, og fari eg við hesum at afturvísa tí uppá tað kraftigasta, tí SEV hevur nógv sera dugnalig fólk í starvi, sum alt ov leingi hava arbeitt undir ótolandi og ómenniskjaslgium umstøðum, og tað fekk eg persónliga og frákoyrdi meirilutin eisini so sanniliga at kenna, tá ið teir vildu hava skipaði viðurskifti í SEV.
Eg havi ongantíð sett spurnartekin við starvsfólkini í SEV, men eg havi víst á, ferð eftir ferð, at tað er spinnandi galið í SEV-leiðsluni. Eingin nágreinilig fíggjarætlan er, eingin hevur eftirlit við peninganýtsluni í SEV. Spyrt tú um hetta, so verður svarað, at tit skulu fáa alt á borðið, men tað kemur bara ikki. Bara burturforkláringar!!!!!!!
Nú hevur Kappingarráðið við tveimum dómum fingið rættindi at bróta hendan ónda múr, men mín sann um ikki landsstýrismaðurin í vinnumálum aftur kom SEV til hjálpar við nýggju el-veitingarlógini. T.v.s., at nú er aftur bundið fyri posan. Tað sama verður galdandi – eitt myrkaspæl, sum er so óhugnaligt, at tú øtast!
Eg fari enn einaferð at endurtaka, at Leivur Hansen er ein tann mest ryggleysi poltikari eg nakrantíð havi upplivað.
Hans Tausen Olsen, umboðslimur í SEV