Trygdin órógvar Bygdaleiðir

Skála Kommuna hevur lagt ferðsluforðingar á vegin á Skála fyri at økja um trygdina. Men bussførarar hjá Bygdaleiðum siga, at tað er ringt fyri heilsu teirra og seinkar rutuni, og tí koyra teir ikki gjøgnum alla Skála bygd

 

Samferðsla

Skála: Skálafólk eru ónøgd við, at bussarnir hjá Bygdaleiðum ikki longur koyra gjøgnum alla bygdina á Skála. Grundin er tann, sigur fólkaflutningsleiðarin á Strandferðsluni, at ferðsluforðingarnar eru ikki gjørdar eftir forskriftunum og kunnu vera til ampa fyri heilsuna hjá bussførarunum.

Ónøgdin stendst av, at bussarnir hjá Bygdaleiðum bara koyra gjøgnum ytra part av bygdini, frá Sparikassanum og úteftir. Fyrr varð koyrt gjøgnum alla bygdina til og av Selatrað og Strondum. Men hetta helt knappliga uppat, hoyrdu fólk í eini kunngerð í Útvarpinum.

Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandfaraskipum Landsins, sum eisini umsitir Bygdaleiðir, sigur, at tað er tí, at onkur bussførari á leiðini hevur klagað um, at ristingarnar av forðingunum, sum lagdar eru á vegin á Skála, eru so nógvar, at tey vænta, at tað kann skaða ryggin hjá førarunum. Eisini gera forðingarnar, at ferðin má setast so nógv niður, at tað kann fara at standa á at halda ferðaætlanina.


Trygdin

Kári Johannesen, borgarstjóri á Skála sigur, at hann skilir ikki rættiliga grundgevingarnar hjá Strandferðsluni, fyri at rutan skal styttast á Skála.

? Grundin til, at ferðsluforðingar eru lagdar á vegin gjøgnum Skála bygd, er tann, at ferðslan hevur verið alt ov ógvuslig gjøgnum bygt øki. Samstundis hava vit í mong Harrans ár tosað um, at nú má okkurt gerast við trygdina og so framvegis. Tað hevur Skála Kommuna so gjørt við at leggja forðingar á vegin og seta skilti upp, sum siga, at bert er loyvt at koyra 30 km. um tíman gjøgnum bygdina.

Alt hetta er mikið gott, sigur borgarstjórin, og eingin hevur havt ilt av tí, fyrr enn bussførararnir nú koma og siga, at teir vilja ikki koyra av heilsuávum.

Tað er sera óheppið fyri tey fólkini, sum búgva innan fyri Sparikassan, at tey nú skulu hava so langan veg til bussin.

Men fólkaflutningsleiðarin á Strandferðsluni sigur, at teirra uppgáva er ikki at koma tætt at har, sum fólkini búgva. Bygdaleiðir skulu binda bygdir saman, og tað gera bussarnir, sum er. Teir koyra gjøgnum Skála bæði á veg inn eftir og út eftir vestara armi á Skálafjørðinum. Og so er teirra uppgáva í grundini loyst, sigur hann. Men hann skilir tó, at tað er keðiligt hjá fólki, sum hevur vant seg við, at bussurin steðgar fyri durunum, nú at skula ganga eitt rímiliga langt strekki til bussin.

Hinvegin vísir hann á, at gjøgnum eitt ár verður tað upp móti 70.000 feðrum, bussurin skal um eina forðing, um hann koyrir gjøgnum alla bygdina. Tað ristir væl í føraran, tá soleiðis er.

Hóast skiltið sigur, at koyrast skal 30 km. um tíman, verður bussførarin noyddur at slakað nógv meira av. Kanska niður í helvt, og tað ger so aftur seinkingar á rutuni, vísir Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari, á.


Skeiv mát

Eisini sigur Poul Jákup Thomsen, at ferðsluforðingarnar hevur Skála Kommuna gjørt av sínum eintingum, og at tær standa ikki mátini, sum ferðslumyndugleikarnir fyriskipa. Hann hevur biðið Skála Kommunu rætta hesi viðurskifti, og borgarstjórin hevur lovað at kalla avvarðandi partar saman. Tað vil siga kommunalu myndugleikarnar, Strandferðsluna og Landsverkfrøðingin. Men enn hevur Strandferðslan einki frætt haðani, sigur Poul Jákup Thomsen.

Kári Johannesen, borgarstjóri á Skála, váttar, at hann saman við Poul Jákupi Thomsen hevur mált forðingarnar, og at summar teirra standa ikki mát, men at tær verða rættaðar skjótast gjørligt.

At hann skuldi kalla tropparnar saman, hevur hann ikki skilt, sigur hann. Hann meinti, at tað var Strandferðslan sum skuldi gera tað.

Skála Kommuna hevur í góðari trúgv bara bíða eftir útspæli frá Strandferðsluni, sigur borgarstjórin, so farast kann undir at gera forðingarnar, sum tær skulu vera.

Men Poul Jákup Thomsen metir ikki, at tað er ábyrgdin hjá Strandferðsluni ella Bygdaleiðum, at vegirnir eru farbarir.

Tí standa partarnir bara og bíða eftir hvørjum øðrum, meðan skálafólk innan fyri Sparikassan bíða eftir bussinum.