Trygdin í hásæti

Farið verður nú beinanvegin undir arbeiðið at gera Karlamagnusarbreyt ferðslutrygga. Býráðið samtykti hóskvøldið at taka av einum tilboði frá Maskinkoyring Pf.

Farið verður nú beinanvegin undir arbeiðið at gera Karlamagnusarbreyt ferðslutrygga. Býráðið samtykti hóskvøldið at taka av einum tilboði frá Maskinkoyring Pf.

 

Umsitingin hevur latið gera samlaða kostnaðarmeting, grundað á tilboðið frá Maskinkoyring P/f, har prosjektering, byggileiðsla, fakeftilit, fyrisiting, óvæntað og MVG v.m. er íroknað.

 

Við grundarlag í tilboðnum frá Maskinkoyring Pf metir umsitingin, at útstykkingararbeiðið kann gerast fyri kr. 2.697.226,-, tá allar útreiðslur eru íroknaðar.

 

Tekniski stjórin og býarverkfrøðingurin mæltu til at taka av lægsta tilboðnum frá Maskinkoyring P/f áljóðandi kr. 2.155.070,00 og at gera samlaða arbeiðið fyri kr. 2.697.226,- tá MVG, prosjektering, fakeftirlit v.m. er íroknað.

 

Málið varð samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldið, so farið verður undir arbeiðið beinanvegin.