Trygdin hjá børnum, og vaksnum á Stykkinum, á Leynum, og í Kvívík, er ikki ílagi.
Hetta er eitt strekki á landsvegi, har nógv fólk hevur sína dagligu gongd, eisini skúlabørn, bæði til gongu, og á súkklu.
Tí heita bæði Kvívíkar Kommuna, og Ráðið fyri Ferðslutrygd, nú staðiliga á myndugleikarnar um at fáa viðurskiftini í rættlag.
Og serliga dýrt er tað ikki, tí nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar, heitir Kvívíkar Kommuna á myndugleikarnar um at játta 4,5 milliónir krónur, so at arbeiðið kann gerast.
Landsverk hevur mett, at tað kostar góðar sjey milliónir at fáa viðurskiftini í rættlag.
Nakað av arbeiðnum er gjørt, men kommunan biðjur nú myndugleikarnar um 4,5 millión afturat, so at arbeiðið kann gerast liðugt.
Ráðið fyri Ferðslutrygd vísir á, at ímillum Stykkið, og frákoyringina oman til Kvívíkar, eru hvørki gongubreyt, ella gøtuljós – og oman til Kvívíkar er heldur eingin gongubreyt.
- Sostatt noyðast skúlabørn at ferðast eftir einum myrkum landsvegi í, og úr skúla, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Tey vísa eisini á, at har er nógvir bilar á strekkinum, og teir koyra skjótt, so tað er sera hættisligt hjá børnum at fara tvørtur um vegin.
Lagt verður afturat, at teinurin er ikki so langur, so tað er eyðsæð, at børnini ferðast ofta sjálvi ímillum heim og skúla, eisini í frítímum.