Læknavaktir
- Her má okkurt gerast, áðrenn tað kostar mannalív.
Maria Jacobsen á Glyvrum sigur trygdin hjá eysturoyingum er í vanda og at hetta kann ikki halda fram.
- Tí má okkurt gerast við støðuna og tað beinanvegin.
Tað er støðan í sambandi kommunulæknarnar í Eysturoy, hon hugsar um.
Í Sosialinum týsdagin var ein søga um ein mann, sum hevði brúk fyri lækna uttanfyri vanliga viðtalutíð. Hann ringdi og ringdi, men fekk ongantíð fatur á nøkrum lækna.
Hvørja ferð, hann ringdi til ein lækna, kom ein telefonsvarari til sum bað hann ringja til ein annan lækna og soleiðis ringdi hann í runding til allar læknarnar í Eysturoy uttan at fáa nakran at svara.
Tá tvíhelt læknin á Eiði um, at hetta avgjørt var eitt eindømi og at tað vóru fleiri ár síðani, at hetta er hent seinast.
Men síðani hava aðrir eysturoyingar vent sær til Sosialin og teir staðfesta, at hetta er alt annað enn eitt eindømi.
Fekk ongan lækna til álvarsliga sjúkan
Ein teirra, sum hevur ringar royndir av kommunulæknaskipanini í Eysturoy, er Maria Jacobsen á Glyvrum.
- So seint sum hetta vikuskiftið fekk eg brúk fyri lækna til mannin, sum gjørdust álvarsliga sjúkur. Men har varð ongin lækni at fáa fatur á, segði hon.
Maðurin hevði følt seg sjúkan mitt í vikuni og var farin til lækna. Læknin gav honum heilivág og bað hann koma aftur um eina viku, hevði hann tað ikki betri.
- Men fríggjadagin versnaði hann og leygardagin var hann so ringur, at eg føldi meg ótryggan við at hava hann heima, sigur Maria Jacobsen.
Leygardagin seinnapartin fór hon so undir at royna at fáa fáa fatur á lækna til mannin.
- Eg ringdi til fimm ymsar læknar í Eysturoy sum allir tosaðu danskt. Men teir høvdu allir telefonsvara sum boðaði frá, at tað var onkur annar, sum hevði vakt. Sostatt kom eg ringja runt til allar læknarnar, uttan at fáa fatur á øðrum enn einum telefonsvarara.
- Í berari desperatión visti eg mær ongi onnur ráð enn at ringja til Landssjúkrahúsið. Har varð eg stillað um til ein sjúkrarøktarfrøðing, sum var serstakliga fitt og hjálpsom.
Maria Jacobsen greiddi henni frá støðuni, men sjúkrarøktarfrøðingurin segði, at tey kundu onki gera fyri mannin, fyrrenn ein kommunulækni hevði lagt hann inn.
- Men hvat skuldi eg gera, tí eg fekk jú ikki fatur á einum einasta kommunulækna í allari Eysturoy.
Sjúkrarøktarfrøðingurin skilti fullvæl, at hetta var ein ring støða at vera í. Hon fór so frá telefonini og fann útav, hvør lækni í Eysturoy tað var, sum átti at hava vakt. Hon gav mær so eisini nummarið á eini fartelefon hjá læknanum.
- Soleiðis kom maður mín undir læknahond, men tá var hann so sjúkur, at hann varð innlagdur á Landssjúkrahúsið beinanvegin leygardagin og støðan var var so mikið álvarsligt, at hann skuldi undir skurð beinanvegin mánamorgunin.
Ræðuligt at hugsa sær
Maria Jacobsen sigur, at tað er ræðuligt at hugsa sær, at tað ikki skal bera til at fáa fatur á einum kommunulækna, hóast støðan er so álvarslig, sum talan var um í hesum føri.
Hon heldur, at hetta er ein støða, sum eysturoyingar als ikki kunnu liva við.
Men hon heldur eisini at tað er neyðugt, at fólk loysa frá posabandinum fyri at fáa broyting í.
- Minstakravið frá eysturoyingum má vera, at vaktarskipanin hjá kommunulæknunum virkar, leggur hon afturat.
Maria Jacobsen er ikki tann einasta, sum hevur vent sær til blaðið. Ein annar maður hevur eisini sent okkum teldubræv, har hann sigur akkurát somu søgu. Hann fekk bruna eitt vikuskifti og skuldi hava penisillin.
- Eg ringdi fyrst til mín egna lækna, sum er Eiðislækni. Har kom telefonsvararin til og segði at eg skuldi venda mær til læknan í Gøtu sum hevði vakt.
- Eg so gjørdi, men har kom eisini ein telefonsvarari til og segði at eg skuldi venda mær til læknan á Skála sum hevði vakt. Síðani varð ringt til læknan á Skála. Men eisini hann hevði telefonsvarara, sum bað meg ringja til læknan í Gøtu sum eg altso longu hevði tosað við telefonsvararan hjá beint frammanundan.
- Eg varð bara koyrdur í ringrás og eg hugsaði, var talan um eina størri vanlukku, hevði ikki staðið so væl til, sigur hesin eysturoyingurin.
Maðurin sigur at enda, at hann mátti bíta pínuna í seg og fekk ikki penisillin fyrrenn mánadagin.
Allir læknar hava somu telefon
Jenis av Rana er kommunulækni í Havn og hann kennir væl til trupulleikan, sum eysturoyingar greiða frá í Sosialinum í hesum døgum, har teir gremja seg um, at teir ikki fatur á lækna eftir vanliga viðtalutíð, tí at fløkja kemur í vaktarskipanina.
- Fyrr var ikki óvanligt í Havn, at fløkja kom í vaktarskipanina so at fólk máttu ringja runt frá telefonsvarara til telefonsvarara, uttan at fáa fatur á nøkrum
Men fyri einum seks árum síðani varð hesin trupulleikin loystur.
- Trupulleikin varð loystir soleiðis, at allir kommunulæknarni í Havn nú hava felags vakt-telefon. Tá ið havnarfólk fáa brúk fyri lækna eftir vanliga viðtalutíð, skulu tey altíð ringja 31 00 33.
Skipanin virkar soleiðis, at klokkan 16 hvønn dag seta portørarnir á Landssjúkrahúsinum telefon nummar 31 00 33 til tann kommunulækna, sum hevur vakt. Tá ið fólk so ringja nummarið, er tað altíð vakthavandi lækni, sum tekur telefonina.
Klokkan 22 um kvøldið skiftir læknavaktin og tá skifta portørarnir telefonina til læknan, sum tá hevur vakt.
Jenis av Rana sigur, at hendan skipanin virkar væl.
- Tað kann ikki henda longur, at fólk verða send frá lækna til lækna, uttan at fáa fatur á nøkrum.
- Men har menniskju eru við í leikinum, henda altíð mistøk. Tað kemur eisini fyri heilt einstakar ferðir, at tey gloyma at stilla telefonina um til vakthavandi lækna. Men eg havi so gjørt mær tað til vana, at hevur ongin sjúklingur ringt, tá ið 10 minuttir eru farin av einari vakt, ringi eg til portørarnar at tryggja mær, at teir hava stillað um, sigur kommunulæknin.
Jenis av Rana heldur, at ein loysn í Eysturoy kundu verið at havt eitt felags nummar at ringt til, so at fólk sluppu undan at ringja runt.
Nýggj skipan loysir vandamál í Eysturoy
Læknaliga støðan í Eysturoy er besta dømi um, hvussu átrokandi tað er at fáa eina nýggja vaktarskipan fyri kommunulæknar.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at tað er alt annað enn nøktandi, at eysturoyingar ikki fáa fatur á lækna eftir vanliga viðtalutíð, soleiðis sum fleiri hava greitt frá í Sosialinum bæði týsdagin og í dag.
- Tað er ein vandi fyri trygdina og kann ikki halda fram, sigur hann.
Hann sigur, at støðan í Eysturoy er ein avleiðing av, at læknavaktirnar ikki eru samskipaðar.
Men í januar kemur ein nýggj vaktarskipan í gildið fyri kommunulæknarnar í øllum meginøkinum í Føroyum.
- Tá skulu øll, sum hava tørv á lækna, ringja til eitt telefonnummar á eini vaktarstovu á Landssjúkrahúsinum, sum síðani kann stilla um til vakthavandi læknar ymsastaðni í økinum, tá ið tað er neyðugt. Læknin í økinum kann so fara heim til sjúklingin, ella geva sjúklinginum boð um at møta á eini læknamiðstøð, ella á Landssjúkrahúsinum ella á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
- Er talan um vanlukku, verður ringt 112. Á sama hátt skulu øll framyvir ringja eitt ávíst nummar tá ið brúk er fyri kommunulækna
- Tá fer ikki at bera til at verða sendir frá telefonsvarara til telefonsvarara, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann sigur, at til tann nýggja skipanin er farin at virka, mugu læknarnir í Eysturoy tosa saman um at skipa vaktirnar so, at tað ikki svíkur