Trygdin í hásæti til dystin

Tá EB/Streymur í kvøld spælir seinna dystin móti Qarabac í Aserbadjan, verða ikki færri enn 1.500 politistar og 500 servandir hermenn tilstaðar at halda skil á teimum umleið 15.000 áskoðarunum, ið eru væntaðir til dystin.

 

Sostatt verður rættiliga stórur dentur lagdur á trygdina til dystin. Tað skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi.

 

Eisini hevur UEFA umboðsmaðurin havt serligan fund við trygdarumboð og politiið á staðnum, tí tað fyrr hava verið so nógvar klagur um fýrverk, tá dystir hava verið í Aserbadjan.

 

Eisini lokala pressan er væl umboðað. 15 radio- og sjónvarpsfólk, 38 journalistar og 17 fotografar hava boðað frá luttøku til dystin.

 

Dysturin byrjar klokkan 17 føroyska tíð. Hetta er klokkan 21 lokala tíð, og tá skuldi hitin verið komin niður á eini 25 - 27 stig á staðnum.