Um góðar tvær vikur verður borurin settur í føroysku undirgrundina. Hetta hendir um somu tíð sum ein oljuleki í Meksikanska flógvanum er við at gerast ein umfatandi vanlukka Hava vit nakað at óttast í so máta, nú borað verður á landgrunninum. Tað heldur maðurin, sum stendur fyri trygdini í sambandi við boringar, Meinhard Eliassen, ikki.
Hann sigur, at tá eitt felag fær loyvi at bora brunnar á føroyskum øki skal tað gera fullfíggjaða váðagreining, har allir vandar verða viðgjørdir. Í tí sambandi skal man tryggja sær, at øll neyðug trygdartiltøk eru tøk.
-Vit mugu eisini hava í huga, at í norskum og bretskum øki eru brunnar boraðir í 40 ár. Okkara krøv til boring eru meinlík teimum, sum verða sett í grannalondunum. Á tí økinum kenna vit okkum trygg. Hann metir, at okkara krøv eins og tað vit vita fyristøðufeløgini gera av forarbeiði tvs. trygdartiltøk tey seta í verk, eru á so høgum støði, at tað er nøktandi fyri tað trygdarsstøði, sum vit hava valt í føroyskum øki.
-Um nú eitt óhapp hendir á føroyskum øki, hava vit tá gjørt okkum nóg væl út til at fyribyrgja størri avleiðingum?
-Tá ein boriumsókn verður latin inn er tað eisini eitt krav, at ein fullfíggjað tilbúgvingarætlan skal fylgja við, og har verða allir hugsandi vandar viðgjørdir. Tað snýr seg bæði um fólk, umhvørvi og tinglig virði. Tá vit tosa um vanlukkur av slíkum slag, hava feløgini tryggjað sær atgongd til neyðuga basingarútgerð. Meinhard Eliassen sigur at enda, at trygdin er í hásæti, tá borurin aftur verður settur í føroysku undirgrundina.