Trygdin til landsdystin í kvøld verður í hásæti, eftir at Serbia misti rættin til at spæla frammanfyri sínum viðhaldsfólkum. Tað hendi eftir ófrið í útidystinum móti Italia. Serbiskur trygdarleiðari lovar at ongir trupulleikar verða.
Myndirnar úr Italia vóru úhugnaligar og dysturin mátti avblásast. Serbia fekk ein dóm og tapti dystin 3-0. Nú ger Serbia alt teir kunnu fyri at verja um umdømi og tryggja sær, at útsetti dómurin, ið er bann móti at hava áskoðarar til heimadystir, tekur við aftur.
- Tað verða ongir trupulleikar til dystin, vissar trygdarleiðarin, tá portalurin tosaði við hann eftir landsliðsvenjingina í gjár.
- Vit rokna við at tað verða áleið 15.000 áskoarar til dystin. Tað er ein hálvfullur leikvøllur, sigur trygdarleiðarin víðari.
Serbiska løgreglan fylgir eisini føroyska landsliðnum tætt. Brian Kerr og hansara menn sleppa ongan veg uttan at løgreglan er við.