Trygdin hægstu raðfesting

- Tað eigur at verða ein sjálvfylgja, at trygdin hjá fiskimonnum hevur allar hægstu raðfesting

- Tað er ikki haldbart, at bjargingarskipini vera løgd í seinna helmingi av árinum. Hetta er nakað, sum skil má og skal fáast á.
Fiskimannafelagið hevur ferð eftir ferð víst á hesi viðurskifti hjá myndugleikum í landsstýri og løgtingi – og aðrastaðni við.
- Hetta er nakað, sum má fáast upp á pláss. Okkara visjón er, at vit sum samfelag seta okkum sum mál, at eingin skal doyggja á sjónum - ella koma álvarsliga til skaða.
Fiskimannafelagið sigur, at fyrimyndin fyri hesi visjón er Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum seinastu árini hevur arbeitt málrættað eftir hesum málsetningi.
- Hetta er eitt mál, sum skal takast í álvara, sigur felagið.
Víst verður eisini til kanning, sum er gjørd í samráð við Skipaeftirlitið fyri nøkrum árum síðan.
- Kanningin vísti, at øll trygdarviðurskifti umborð ikki vóru í lagi, og at skipini gjørdu ov fáar trygdarvenjingar.
Fiskimannafelagið heldur, at tað eigur at verða ein sjálvfylgja, at trygdin hjá fiskimonnum til eina og hvørja tíð - og í eini og hvørji støðu - hevur allar hægstu raðfesting.