Trygdin í Focus

Nýggi Ford Focus fekk serliga viðurkenning frá EuroNCAP fyri sínar tøkniligu framkomnu trygdarskipanir.

Higartil hava tað bert verið luksusbilar, sum hava fingið viðurkenning frá evropesiku EuroNCAP krassjtestunum. Men nú eru framkomnu tøkniliga trygdarskipanirnar eisini á veg í smærri bilar.


Sum fyrsti bilur í sínum klassa fekk nýggi Ford Focus fekk serliga viðurkenning fyri trygdarskipanirnar Active City Stop og Lane Keeping Aid. Active City Stop er ein skipan, sum ansar eftir ferðsluni framman fyri bilin og bremsar automatiskt um vandi er fyri samanstoyti, meðan Lane Keeping Aid er ein skipan, sum hjálpir bilføraranum, um bilurin óætlað skiftir koyribreyt. Skipanin heilt einfalt rættar bilin upp um hann kemur ov nær við strípunum á koyribreytini.