Tað er serliga trygdarviðurskiftini í og kring bygningarnar á teimum størru flogvallunum, sum PET vil hava myndugleikarnar at kanna, og fregnartænastan dylur ikki fyri, at áheitanin hevur samband við tilburðin á flogvøllinum í Glasgow seinasta leygardag.
-Løgreglan og viðkomandi flogmyndugleikar eiga at kanna umstøðurnar í og kring terminalbygningar, og harafturat eigur løgreglan at halda eyga við parkeraðum bilum, skrivar fregnartænastan hjá løgregluni í einum brævi til løgregluleiðslurnar kring landið.
Kunningarstjórin í Statens Luftfartsvæsen, Thorbjørn Ancker, sigur við danska útvarpið, at loftferðslumyndugleikarnir hava longu tikið neyðug stig til tess at forða fyrio atsóknum sum teirri í Glasgow. Hann leggur tó afturat, at loftferðslumyndugleikarnir fara at kanna, um onnur tiltøk skulu setast í verk á flogvallunum.