Trygdin byrjar áðrenn bilurin startar

Innan bilídnaðin eru sviar kendir fyri at ganga á odda við at gera bilar sínar so tryggar sum yvirhøvur gjørligt. Seinasta nýggja frá Volvo er ein eksperimentbilur við alkohollási, trygdarbeltislási og ferðlykli

Tá bilførarin setur seg við rattið á nýggjasta eksperimentbilinum hjá Volvo, má hann fyrst anda í alkohollásið, sum situr í trygdarbeltinum. Um trygdarbeltið er spent og bilførarin ikki hevur drukkið alkohol, startar bilurin.

Eitt annað við hesum eksperimentbilinum er ein serligur ferðlykil, har t.d. foreldur, sum lána børnunum bilin, kunnu tasta lykilin inn soleiðis, at bilurin ikki kann koyra við meir a enn t.d. 80 km/t. "Hetta kann geva foreldrunum størri trygd í samband við ung, sum nýliga hava fingið koyrikort", sigur Ingrid Skogmo, leiðari av Volvo Cars Safety Centre. Hon sigur víðari at "Vit vita, at nógvar av teimum álvarsligastu ferðsluvanlukkunum skyldast at bilførarin er ávirkaður av rúsdrekka. Sambært ES-komissiónini doyggja umleið 10.000 fólk hvørt ár á evropesiku vegunum orsakað av rúsdrekkakoyring, og í nógvum av hesum vanlukkum eru bilførarin og tey ferðandi í bilinum ikki íbundin trygdarbeltið. Endamálið við "Volvo multi lock system" er heilt greitt at umgangast hesar álvarsligu bilvanlukkur",

ES-ferðsluhagtøl vísa, at tey ungu eru yvirumboðaði í ferðsluvanlukkum. Vandin fyri at ung millum 18 og 25 ár verða innbandaði í ferðsluvanlukkur er meira enn dupult so stór sum hjá persónum, sum eru millum 26 og 50 ár. Vanlukkurnar standast ofta ov nógvari ferð saman við ov lítið royndum bilførarum.

Volvo vilja við "Volvo multi lock system" vísa á, at tað ber til at betra um trygdina á vegunum, við at tryggja sær at bilførarin ikki er ávirkaður av alkoholi, at hann er bundin í trygdarbeltið og bilurin ikki koyrir við meira ferð, enn hann er stillaður til.

Myndatekstur:

(Genta situr við alkolási)
Seinasta nýggja frá Volvo er ein eksperimentbilur við alkolási, trygdarbeltislási og ferðlykli

+( ein mynd av einum Volvo bili uttan tekst)