Arbeiðaratrygd
Trygdarviðurskiftini bjá arbeiðsfólkinum á brennisrøðini á Hjalla hava ikki verið nóg góð. Men hetta skal nú betrast, sigur Jóan Carl Dam, sum er álitismaður og trygdarumboð hjá arbeiðsmonnunum á staðnum. Stjórin hevur játtað at lata menninar læknakanna, sigur álitismaðurin.
Arbeiðsumstøðurnar hava milt sagt verið vánaligar á økinum kring brennistøðina á Hjalla, sigur Jóan Carls Dam. Menninir hava arbeitt í øllum slags ruski og avfalli, og einki skil hevur veirð hildið á, hvat er savnað saman við hvørjum.
? Í grundini er tað at undrast á, at eingin rættilig vanlukka er hend, sigur hann.
Tá hann tosar um vanlukku, roknar hann eisini tað sum vanlukku, sum rakar menninar spakuliga. Tí um tú gerast avlamin av at fáa ein vegg oman yvir teg upp á nøkur sekund, ella av at anda málingalukt og annað eitur niður í teg í fleiri ár, kann gera tað sama. Úrlsitið líkist.
Og hetta er júst eitt av tí, Jóan Carl Dam sum álitismaður er farin at gera nakað við nú, sigur hann.
Hann vil í fyrsta lagi hava allar menninar læknakannaðar, soleiðis at heilsustøðan kann staðfestast nú beinanveg. Síðan skulu teir aftur til uppfylgjandi kanningar fyri at síggja, um nøkur broyting er, sum kann vísast aftur til arbeiðið. Og eingin má setast ístarv í framtíðini, uttan at hann hevur slíka læknaváttan við sær, sigur Jóan Carl $?$end$!$Dam.
Hann sigur, at leiðslan fyri brennistøðini er positivt stillað til hesi uppskot hansara.
Hetta er nú ikki nakað nýtt mál soleiðis, sigur hann, men nú heldur hann, at tíð er upp á at fáa tað avgreitt einaferð fyri allar.
Eitt annað mál er so, at økið hevur ikki verið og væl vart móti fólki uttaneftir, vísir Jóan Carl Dam á. Fólk kann koma og fara, sum teimum lystir. Taka lutir av gomlum bilum til dømis, ella leita í einihvørji bingju eftir líkum og ólíkum.
?Eg havi bara bíðað eftir tí degi, tá neyðugt verður at fara at leita efir onkrum persóni, sum er burturblivin undir onkrum niðurdotnum bilvraki í rúgvuni her uppi, sigur Jóan Carl.
Hann vil hava, at nógv strangari reglur og avmarkingar verða gjørdar fyri økið.










