Kanning Fyri eini tíð síðan fóru Føroya Fiskimannafelag og Skipaeftirlitið í felag undir eitt átak, sum hevur til endamáls at kanna arbeiðs-og trygdarumhvørvið umborð á føroyskum skipum.
Spurnarbløð vórðu send út til limir í Fiskimannafelagnum, har fiskimenn vórðu bidnir um at siga sína hugsan um viðurskiftini umborð á teimum skipum, teir hava siglt við seinasta árið. Teir fyrstu 11 spurningarnir, sum fiskimenn høvdu høvi at svara uppá, skuldu svarast eftir eini stigatalvu frá 1 til 5. Fiskimenn kundu seta tveir krossar fyri hvønn spurningin – ein, sum sigur, hvat teir halda um viðurskiftini – og ein, sum sigur, hvussu fiskimenn raðfesta hesi viðurskifti. Í brævinum til limirnar lá eisini brævbjálvi við porto, so fiskimenn uttan kostnað kundu senda svarini aftur. Tá freistin at senda inn spurnarbløðini var úti 20. januar 2009, høvdu Føroya Fiskimannafelag og Skipaeftirlitið fingið tilsamans 227 svar.
Seinni eru so nøkur svar komin aftrat. Andin í spurnarkanningini er, at trygdin hjá fiskimonnum samstundis er trygdin hjá bæði Fiskimannafelag og Skipaeftirliti. Ymiskir spurningar Teir fyrstu 11 spurningarnir í spurnarblaðnum snúgva seg eitt nú um bjargingarvenjingar, bjargingarútgerð og atkomuviðurskifti.
Í spurninginum um atkomuviðurskifti verður í fyrsta lagi hugsað um landgongina. Í spurnarkanningini verður eisini spurt um trygdarútgerðina, sum manningin skal hava, tá hon arbeiðir á dekkinum, eitt nú trygdarhjalm og vestar. Í øðrum lagi verður spurt um standin á arbeiðsamboðum umborð, og hvussu standurin á skipinum er í síni heild.
Síðan verður spurt um maskinur, eitt nú kryvjimaskinur og spøl – og um hesi eru avskermað og tryggjað við neyðavbrótanum. At enda verður spurt um reinføri í manningarhølum, hvílitíð og kost umborð á skipunum. Eingin trygdarvenjing Um eina tíð fara Føroya Fiskimannafelag og Skipaeftirlitið í felag at skipa fyri framløgu av úrslitunum, og ætlandi verður henda framløga í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Sosialurin hevur ikki sæð endaliga úrslitið av kanningini, men stjórin á Skipaeftirlitinum, Vilhjálmur Gregoriussen, sigur, at svarini eru ymisk – alt eftir, hvørjar skipabólkar talan er um. Hann vísir á, at spurningarnir eru skipaðir soleiðis, at fiskimenn fyrst verða spurdir, hvussu støðan er og síðan, hvussu teir kundu ynskt sær, at støðan var. - Eitt, sum gongur aftur í svarunum er, at trygdarvenjingar umborð á skipum er undantaki. Vit síggja eisini, at fiskimenn kundu ynskt sær, at hesar vóru regluligar, sigur hann.
Venjingar kravdar Vilhjálmur Gregoriussen sigur, at regluligar trygdarvenjingar skulu verða umborð á føroyskum fiskiskipum, og hann fegnast um, at fiskimenn síggja fram til, at meira verður gjørt við hesi viðurskifti. Hann vísir á, at sambært kanningini eru manningarnar eisini ov lítið kunnaðar um trygdarskipanir umborð, eins og ein partur (12%) heldur ikki veit, hvar bjargingarvestarnir eru.
Spurdur, hvør hevur ábyrgdina av, at hesi viðurskifti eru í lagi, sigur Vilhjálmur, at tað í fyrsta lagi er skiparin, sum hevur ábyrgdina av skipi og manning.
- Kanningin vísir greitt, at vantandi bjargingarvenjingar umborð á føroyskum fiskiskipum eru ein stórur trupulleiki. Stjórin á Skipaeftirlitinum heldur, at høvdu trygdarviðurskiftini umborð verið betri, eins og betri kunning hevði verið um trygdarútgerð, hevði hetta skapt størri nøgdsemi á øðrum økjum eisini. - Eg trúgvi, at fiskimenn eru vorðnir meira bevístir um trygd, síðan flestu hava verið á trygdarskeið, men enn eru nógv viðurskifti, sum kunnu gerast betri, sigur hann. Nøgdsemi ymiskt Svarini í kanningini benda á, at fiskimenn sum heild eru nøgdir umborð á teimum skipum, sum geva betri avkast.
- Kanningin vísir, at fiskimenn umborð á eitt nú pelagisku skipunum og verksmiðjutrolarunum eystanfyri eru væl nøgdir við viðurskiftini. Vilhjálmur sigur, at fiskimenn sum heild eru nøgdir við kostin umborð, og flestu halda eisini, at kosturin er heilsugóður.
- Men hetta er tó eitt sindur ymiskt millum skipabólkarnar, leggur hann aftrat. Fiskimenn eru eisini ymiskir á máli um hvílitíðina. - Tað eru teir, sum kundu hugsað sær meira hvíldartíð, meðan teir eru umborð, men tað eru eisini teir, sum halda, at hvíldartíðin er ov long. Vilhjálmur Gregoriussen sigur, at tað eru menn umborð á pelagisku skipunum, sum halda, at hvíldartíðin er ov long.
- Nú er tað so, at tey, sum seta spurningar, ikki altíð hugsa um øll viðkomandi viðurskifti um arbeiðs-og trygdarumhvørvi. Tí bjóðaðu vit fiskimonnum at gera viðmerkingar til møgulig onnur viðurskifti á baksíðuni á spurnarblaðnum, sigur stjórin í Skipaeftirlitinum. Sosialurin fer at fylgja hesum málinum upp, tá framløgan verður í Miðlahúsinum í næstum.










