ÚTLAND
Fartekst
Maðurin, sum er ættaður úr Somalia, arbeiddi fyri amerikansku deildina hjá svenska trygdarfelagnum Burns, skrivar svenska blaðið Aftonbladet.
Muhammed Abdi hevur sitið í fongsli í Alexandria í statinum Virginia síðani mánaðarskiftið oktober-november, eftir at myndugleikarnir funnu navn og telefonnummar hansara í bilinum hjá einum av teimum, sum rændu flogfarið, ið rendi á Pentagon.
Maðurin hevur greitt myndugleikunum frá, at hann dugir ikki at skilja, hvussu hansara navn og telefonnummar er endað í bilinum hjá Nawaf Alhazmi. Bilurin stóð á einum støðuplássi uttan fyri floghavnina í Dulles, har yvirgangsmenninir rændu flogfarið hjá American Airlines, sum seinni stoytti seg niður í Pentagon.
Tað eru ikki einans navnið og telefonnummarið, sum knýta somaliumannin at yvirgangsmonnunum. Amerikansku myndugleikarnir eru komnir eftir, at Muhammed Abdi lat fimm vaktarbúnar frá sær tríggjar dagar eftir atsóknina til 11. september.
Menninir, sum rændu flogfarið hjá American Airlines, vóru fimm í tali.