Trygdarvørðarnir á flogvøllinum í Kastrup, eru nú farnir aftur til arbeiðis. Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, løgdu teir annars arbeiðið niður í morgun fyri at mótmæla, at 12 av teimum vórðu søgd úr starvi.
Tað hevur elvt til nógvar seinkingar og ovurlangar bíðirøðir, og nógv ferðafólk lukkaðist ikki til flogfarið, tey skuldu við.
Men nú hava tey tikið arbeiðið upp aftur, men tey vænta kortini, at nakrar seinkingar verða í eina løtu afturat. Men tey vænta at á miðdegi eru tey komin upp undan aftur.
Jóhanna á Bergi sigur, at fyrsta flogfarið hjá Atlantsflogi fer úr Keypmannahavn klokkan 12.25 og tá vænta tey, at tað mesta er komið í rættlag aftur.
– Vit hava heitt á okkara ferðafólk um at fara á flogvøllin, tí tey sleppa ígjøgnum trygdareftirlitið, tó at tað kann taka eitt sindur longri tíð enn vanligt, sigur stjórin í Atlantsflogi.