Trygdartiltøk nýtast ikki vera dýrari

Alt eftir hvørja loysn, politikarnir velja til fasta sambandi millum Suðurstreymoy og Eysturoy nýtist tað ikki vera dýrari at tryggja tunnilin betur

Sosialurin hevur skrivað eina røð av greinum, sum vísa á, at váðametingin av Eysturoyartunnlinum liggur á markinum fyri, hvat er góðtikið sambært norsku trygdarásetingunum, sum føroyingar ganga eftir. Hendan v,ambært einariin neyðtunnil verðum tunli máðameting er av tí sama blivin lastað fyri at ikki taka røttu atlit til ymisk parametur í summum førum, og sambært eldserfrøðinginum Hans Haraldsen, sum hevur skrivað høvuðsupgávu á DTU um trygd í Eysturoyartunnlinum, er váðin í veruleikanum størri enn tann formliga váðametingin sigur og lýkur tí ikki krøvini fyri einum einkultum tunli mótvegis einum dupultum tunli.

Trygd fyri sama pening
Sambært kanningini "Brandsikkerhed i undersøiske enkeltrørtuneller på Færøerne", hevði tað bøtt munandi um trygdina í tunlinum, um man brúkti millum 65 og 125 milliónir krónur meira uppá antin ein neyðtunnil ella eina ventilatión, sum kann súgva tann eitrandi roykin út úr tunlinum.
Ein tílík ventilatiónsskipan er mett at kosta 125 milliónir krónir pluss viðlíkahald, sum er mett til at vera 5%. Ein annar møguleiki er at bora tunnilin tveir metrar breiðari og stoypa ein betongvegg, so ein neyðtunnil verður partur av tunlinum. Hetta hevði kostað 65 milliónir krónir eyka umframt viðlíkahald, sum er 5% árliga, men hevði tryggjað tunnilin munandi betur.

Nógv tung ferðsla
Eysturoyartunnilin verður munandi longri enn teir undirsjóvartunlar vit hava í dag - nevniliga 11,2 km í alt. Vanliga eigur ein tunnil at vera dupultur, ella hava tvey rør, um hann er longur enn 10 km, men av tí at PF Skálafjarðatunnilin gjørdi eina váðameting, sum metti, at váðin ikki lá yvir markinum fyri, hvat man vil góðtaka í einari tílíkari ætlan, er verkætlanin gjørd við einum einkultum tunli við mótgangandi ferðslu.
Eisini verður nógv meira ferðsla í Eysturoyartunlinum, enn vit kenna tað frá Vágatunlinum og Norðoyartunlinum. Ein rættiliga stórur partur av hesu ferðslu verður sokallað tung ferðsla - altso stórir lastbilar ella trailarir.