Trygdarspurningurin ein vaksandi trupulleiki innan kunningartøkni

Niels Chr. Nolsøe, stjóri á Elektron, sigur, at hann er ógvuliga væl nøgdur við føðingardagstiltakið í Norðurlandshúsinum seinasta fríggjadag, har fleiri enn 200 fólk vóru samankomin at hátíðarhalda 40 ára stovningardagin hjá P/F Elektron

40 ár á baki

Seinasta fríggjadag hátíðarhelt stóri KT-veitarin, P/F Elektron, sum nú hevur 40 ár á baki á føroyska marknaðinum, henda merkisdag.
Í sambandi við dagin, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum, hevði Elektron boðið viðskiftafólkum og øðrum at halda dagin saman við teimum stívliga seksti starvsfólkunum, sum starvast hjá felagnum.
Fólk vórðu biðin at møta klokkan 13 hendan dagin til komudrykk og at síggja eina framsýning, sum er í Norðurlandahúsinum um dagarnar.
Hálvan tíma eftir komuna byrjaði sjálvt føðingardagstiltakið í stóra salinum í Norðurlandahúsinum.

Útveiting
Tað var stjórin í P/F Elektron, Niels Chr. Nolsøe, sum beyð vælkomin og gav orðið til Marner Jacobsen, nevndarformann í P/F Elektron, sum eisini er forstjóri í Føroya Sparikassa.
Marner greiddi í stuttum frá søguni um Elektron, har størstu partaeigararnir eru Føroya Banki, Føroya Sparikassi og Føroya Landsstýri.
Hann greiddi frá teirri stóru menning, sum fyritøkan hevur staðið fyri hesi 40 árini, Elektron hevur verið útbjóðari á føroyska marknaðinum.
Næstur á talarastólin var danin, Erik Preben Hansen, sum starvast hjá Danmarks Teknologiske Institut.
Hann er útbúgving verkfrøðingur og hevur drúgvar royndir innan ymiskar vinnugreinar  í ymiskum londum.
Forum for Outsourcing, sum hoyrir undir Teknologisk Institut í Århus, hevur nevniliga lagt seg eftir at gera donsk virkir dugnaligari at nýta "útveiting" (outsourcing), sum er eitt munadygt amboð til at bøta um kappingarførið hjá fyritøkum.
Erik Preben Hansen, sum er seniorráðgevi hjá Forum for Outsourcing, kallaði sín fyrilestur, "Outsourcing på ledelsens agenda", og í orðinum "útveiting" liggur, at tú gert tað, sum tú dugir best.
Danin heldur, at fyritøkur eiga at halda fast í kjarnuførleikanum og sleppa restini til ein álítandi starvsfelaga, meðan "roknskapartølini enn síggja væl út&", sum hann tekur til.
Eftir at Erik Preben Hansen hevði røtt um tað skilagóða við útveiting, varð stuttfilmurin, "Tann stilla kollveltingin", frumsýndur.
Filmurin lýsir fyritøkuna, Elektron  við gomlum og áhugaverdum myndum frá byrjan og fram til dagin í dag, nú virksemið hjá partafelagnum verður rikið úr lutfalsliga nýggjum og tryggum hølum á Staravegi á Hálsi.

Tryggleikin
Danin, Jesper Lundorf, sum starvast hjá Livsforum A/S, helt síðan ein áhugaverdan fyrilestur um evnini og treystið til at striðast, tá ið ringast sær út.
Jesper, sum hevur drúga útbúgving innan løgregluna og herin, bæði í Danmark og aðrastaðni, hevur eitt nú verið lívverji hjá danska krúnprinsinum, og áðrenn hann steig upp á talarapallin, helt stjórin á Elektron, Niels Chr. Nolsøe, skemtandi fyri, at Jesper er eitt "sindur av einum James Bond".
Jesper tosaði um møguleikarnar at finna ta "fjaldu orkuna", tá ið veruliga stendur á, og hann vísti á hugtøk og venjingarhættir, sum kunnu nýtast bæði í ítróttarheiminum, í herinum og í vinnulívinum.
Áhugavert var at hoyra hann greiða frá, hvussu ymiskar KT-skipanir, sum eru kendar og frammi á marknaðinum, bæði kunnu brúkast og misbrúkast.
Tá ið Jesper Lundorf hevði hildið sín fyrilestur, tók Niels Chr. Nolsøe saman um.
Áðrenn farið varð at fáa sær ein bita, steig kokkurin, Leif Sørensen, á pallin og greiddi frá øllum tí hugsandi og óhugsandi, sum føðingardagsgestirnir fingu at mata sær við, áðrenn farið varð aftur til húsa.

Væl nøgdur
Niels Chr. Nolsøe sigur, at hann er ógvuliga væl nøgdur við føðingardagstiltakið í Norðurlandshúsinum hendan dagin, har fleiri enn 200 fólk vóru samankomin.
- Vit valdu Erik Preben Hansen og Jesper Lundorf út til endamálið. Kanska kundi Erik verið uppaftur meira ítøkiligur, men tað var áhugavert, sum hann segði. Vit halda, at útveiting (outsourcing) er áhugavert evni  at tú gert tað, tú dugir best heldur enn, at øll gera tað sama; tá liggur nógv orka niðurbundin, sum kundi verið nýtt betur. Við útveiting, har tú samstarvar við álítandi fyritøku ella starvsfelaga, kunnu uppgávurnar loysast bæði betur og bíligari, samstundis effektiviteturin og dygdin verður betur.
Stjórin heldur, at hetta geldir heilt niður til tær smæstu fyritøkurnar og niður til einstaklingin.

Veksandi trupulleiki
- Vit valdu eisini at hava Jesper Lundorf við, tí trygdarspurningurin er vorðin ein veksandi trupulleiki innan KT-tænastuna.
Niels Chr. Nolsøe heldur, at best hevði verið, um slíkir trupulleikar vórðu loystir í størri samanhangi, soleiðis at KT-fyritøkur og KT-veitarar ikki sita hvør sær og royna at loysa hesar trupulleikar.
- Eg haldi, at fyrilesturin hjá Jesper Lundorf var ógvuliga áhugaverdur, sigur stjórin á Elektron, Niels Chr. Nolsøe.