Hin 1. mai kunngjørdi Tvøroyrar skúli, at skúlin nú hevði sett eina trygdarskipan í verk. Sambært skúlastjóranum, Finn Thomsen, er hetta eitt lógarkrav frá landsins myndugleikum. Arbeitt hevur verið við at fáa skipanina setta í verk, og nú er komið á mál.
Skipanin, sum er ein verja av starvsfólkunum hjá skúlanum, hevur greiðar mannagongdir fyri allar hugsandi støður, ið kunnu uppstanda á arbeiðsplássinum. Nøvn eru sett á øll øki, og ábyrgdarfólk eru samsvarandi sett til hvørt øki. Á henda hátt vita starvsfólkini altíð, hvønn tey kunnu venda sær til, skuldi okkurt hent.
Martin Øster, húsavørður, er settur sum trygdarleiðari hjá Tvøroyrar- og Trongisvágs skúla. Sjálv trygdarskipanin er tilevnað á einum tríggjar daga trygdarskeiði á Miðnámsskúlanum í Hovi, har skúlaleiðslurnar og trygdarumboðini luttóku.
Finn Thomsen, skúlastjóri, sigur við heimasíðuna hjá Tvøroyrar kommunu, at skúlin hevur havt ymiskar venjingar, og hesar hava givið ábendingar um, at nøkur ting skulu broytast, meðan tað sær væl út á øðrum økjum.