Trygdarskeið til fótbóltin

Øll feløg í Formuladeildini skulu hava síni trygdarumboð, hvørs uppgáva er at halda trygdina í hásæti í sambandi við at dystir í ovastu mansdeildini verða spældir. Sambært UEFA loyvisskipanini skal FSF á hvørjum ári geva hesum umboðunum eina dagføring av, hvørjar broytingar eru á økinum, og hvørji krøv verða sett til trygdarvørðarnar kring leikvøllin.

Týskvøldið vóru trygdarvørðarnir savnaðir í FSF húsinum, har Virgar Hvidbro og Lassin Isaksen frá FSF-umsitingini greiddu teimum frá, hvat væntað verður av teimum í sambandi við trygd á og rundan um leikvøllin.