Trygdarráðið hjá ST hittist í næstu viku fyri at tosa um avgerðina hjá Altjóða Dómstólinum í Haag (ICJ) um at biða Ísrael at sleppa undan fólkadrápi í Gaza.
Tað upplýsir formansskapurin.
Fundurin, sum verður mikudagin, verður eftir áheitan frá Algir, hvørs uttanríkisráð sigur, at tað fer at geva »bindandi effekt fyri boðini frá dómstólinum um tey fyribils tiltøk, sum eru áløgd ísraelska hersetingarvaldinum«.
ICJ avgjørdi í gjár, at Ísrael skal forða fyri fólkadrápi í krígnum móti vápnaða palestinska bólinum Hamas og loyva, at neyðhjálp kemur inn í Gaza. Dómstólurin kom tó ikki við áheitan um at enda kríggið í Gaza.
Avgerðin gevur sambært palestinska ST sendimanninum, Riyad Mansour, »greið boð um, at fyri at gera alt, tey biða um, er tørvur á eini vápnahvíld«.
– So spennið trygdarbeltið, sigur hann og sipar til, at tey arabisku londini, sum eru umboð av Algir í ST Trygdarráðnum fara at trýsta á fyri at fáa eina vápnahvíld.
ST Trygdarráðið hevur leingið verið ósamt um spurningin um Ísrael og palestinar, og tað er bert eydnast ráðnum at verða samd um tvær niðurstøður um stríðið, síðani Hamas 7. oktober í fjør leyp á Ísral og byrjaði vápnaða stríðið.
Í desember kravdi ráðið neyðhjálparveitingar á høgum støði til fólkið í kringsetta Gaza, meðan fremsti sameindi hjá Ísrael, USA, hevur hildið seg undan at heita á vápnahvíld hóast altjóða trýst.
Bardagarnir í Gaza byrja, tá Hamas leyp á Ísrael og drap umleið 1140 fólk.
Hamas-krígsfólk tóku eisini umleið 250 gíslar, og sambært Ísrael eru 132 av teimum framvegis í Gaza.
Ísrael hevur lovað at knúsa Hamas og setti eftir 7. oktober eitt hernaðarálop í gongd, sum sambært heilsumálaráðnum í Gaza hevur kostað 26.083 fólkum lívið – umleið 70 prosent av teimum eru kvinnur og børn.
/ritzau/AFP