Suðurkoreanski forsetin, Lee Myung-bak, hevur sent trygdarráðnum hjá ST kæru um tilburðin, tá eitt suðurkoreanskt herskip varð søkt nærhendis sjómarkinum ímóti Norðurkorea í mars.
Suðurkoreanar vilja vera við, at tað var ein norðurkoreonsk torpedo, sum søkti skipið, men tað avsannar Norðurkorea.
Tað er ógreitt, hvat ST-trygdarráðið skal gera, ella hvat tað kann gera við kæruna frá suðurkoreanska forsetanum.
Eygleiðarar siga, at í veruleikanum er altjóða samfelagið bundið á hendur og føtur, tá tað snýr seg um Koreanesið. Einki land, sum hevur áhugamál í økinum, vil hava størri spenning enn neyðugt, hóast tey ásanna, at hevur Norðurkorrea veruliga søkt tað suðurkoreanska skipið, er tað ein hernaðaratgerð, ið kann elva til veruligt kríggj.
Men einki av londunum vil hava kríggj, serstakliga tí at Norðurkorea kann hava kjarnorkuvápn.