Trygdarráðið fordømdi sýriska álopið

Trygdarráðið hjá ST fordømdi í gjárkvøldið, at Sýrialand hevði skotið granatir inn í Turkaland við tí úrsliti, at tvær kvinnur og trý børn doyðu.

-Limirnir í ráðnum fordøma hvassliga granatálopið hjá sýriska herinum, stóð í yvirlýsingini, sum bleiv samtykt eftir kjak í fleiri tímar millum lond í Vesturheiminum og Russland.

Í yvirlýsingini mælir trygdarráðið Sýrialandi og Turkalandi til at sissa seg og ikki leypa framav.

Tað var turkiska stjórnin, sum bað ST-trygdarráðið umrøða tað sýriska granatálopið.