Trygdarmiðstøð fyri 40 mió. krónur

Eftir ólavsøku kemur uppskot í Løgtingið um eina verklagslóg um at byggja trygdarmiðstøð í Klaksvík. Í næstu tingsewtu skal Løgtingið taka støðu til eitt uppskot um at byggja eina trygdarmistøð við Borðoyarvík. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, við Norðlýsið.

Trygdarmiðstøðin fer at umfata ein bygning, sum verður umleið 1700 fermetrar, og sum skal hýsa undirvísingarhølum, venjingarhyli, umsitingarhølum og kantinu.

Á fíggjarlógini í ár eru tvær mió. krónur settar av til endamálið, men sjálv verklagslógin kemur í Løgtingið í næstu tingsetu.