Trygdarlás steðgar sextænastum

Føroya Tele setur trygdarlás á samrøðurnar til tey londini, sum vanliga bjóða sokallaðar sex-tænastur

Síðan 27. mai 2003 hevur Føroya Tele havt trygdarlás á samrøðunum til tey lond, sum vanliga bjóða sex-tænastur. Tænastan er ein fastnettænasta og fevnir bæði um vanligar uppringingar frá fastnetinum og uppringt internetsamband.
Føroya Tele hevur áður havt fast sperr til ávís telefonnummur í hesum londum, men telefonnummurini verða støðugt broytt, so tað hevur verið sera tíðarkrevjandi at halda við líka. Føroya Tele metir, at trygdarlás er smidligari bæði fyri kundan og Føroya Tele.
Orsøkin til hetta stigið er ikki, at Føroya Tele hevur fingið órímiliga nógvar klagur nú, men er ein ásannan av, at við øktari útbreiðslu av internetinum økist vandin. Við hesi tænastu tryggjar Føroya Tele, at kundin ikki av misgáum tekur síður niður av internetinum fyri prísir, sum eru nógv hægri enn teir, sum annars galda fyri kundarnar hjá Føroya Tele.
Hetta er sum sagt bert eitt lás, so kundin kann framvegis ringja til londini, sum eru umfataði av lásinum. Tað verður gjørt við at trýsta eina kotu inn, áðrenn ringt verður.
Tá ringt verður til eitt av hesum londunum, uttan at kotan verður trýst inn, koma soljóðandi taluboð: Vegna kostnaðarmiklar fjarskiftistænastur er landið, tygum ringja til, umfatað av trygdarlási. Um tygum ynskja at ringja til landið, vinarliga trýstið 1449 áðrenn telefonnummarið.
Kotan, sum í dag er 1449, kann broytast, um Føroya Tele fær illgruna um misnýtslu.
Listin við londum, sum eru umfataði av trygdarlásinum, sæst á www.tele.fo/taenastur/ trygdarlás. Hann verður broyttur, so hvørt sum nýggj lond koma afturat ella fara burturav.