Trygdareftirlitið skal gerast lættari

Ferðandi sleppa kanska undan at fara úr skónum

 

Ferðandi um flogvøllin í Keypmannahavn sleppa møguliga í framtíðini undan at lata seg úr skóm og belti. Í oktober fer flogvøllurin undir eina royndarætlan, ið skal gera tað lættari hjá ferðafólkum at koma gjøgnum trygdareftirlitið. Tað skrivar standby.dk.


Ætlanin er at lata upp tvey trygdareftirlitsstøð við nýggjum eftirlitstólum. Tað inniber, at ferðafólk ikki nýtast at lata seg úr skóm og belti og ei heldur nýtast at tøma viðførið fyri teldum, veskum, tannkremi og øðrum.


Nýggi tøknin, ið skal royndarkoyrast, umfatar nýggjar 3D-skannarar, skógva-skannarar og nýggjar metalsneytarar.


Flogvøllurin arbeiðir fyri, at árliga talið av ferðandi skal vaksa úr 30 til 40 milliónir ferðandi næstu árini og er tað í hesum sambandi, at man ynskir at gera trygdareftirlitið smidligari.


- Vaksandi talið av ferðafólkum setir størri krøv til at økja um effektivitetin, samstundis sum kundaupplivingin og tænastustøðið skal vera so gott sum gjørligt. Ferðandi skulu uppliva trygdareftirlitið sum effektivt, trygt og lætt, upplýsa talsfólk hjá Københavns Lufthavn fyri standby.dk.


Líknandi útgerð verður í løtuni roynd í øðrum stóru flogvøllum kring heimin. Royndarætlanin í Keypmannahavn er í fyrstu atløgu í trý ár. Um alt gongur væl, sleppa øll ferðafólk um nøkur ár undan at lata seg úr skóm og belti ella stríðast við at fáa teldurnar úr viðførinum.