Trygdarútgerðin virkaði ikki

Trygdin sveik, tá ein ísbjørn leyp á nakrar bretskar ferðamenn á Svalbard í síðstu viku. Ein av ferðamonnunum, ein 17 ára gamal drongur, doyði. Fýra aðrir fingu skaða.

Sýsluskrivstovan í Longyerbýnum sigur, at tað vóru fleiri óheppin viðurskifti, sum gjørdu, at tilburðurin fekk so syndarligan enda. Ein serlig girðing, sum var rundan um leguna hjá ferðamonnunum, og sum skuldi ávara, um ein ísbjørn kom ov nær, virkaði ikki. Harafturat var tað so óheppið, at bara tað seinasta av teimum fimm skotunum í rifluni hjá ferðamonnunum virkaði, og tí fekk ísbjørnin stundir til at leypa á fleiri av ferðamonnunum, áðrenn tað fimmta skotið drap hana, sigur sýsluskrivstovan á Svalbard.