Síðan tryggingarfelagið Trygd stovnaði eina deild, sum skal taka sær av at tryggja skip, eru 20 føroysk skip tryggjaði í hesum felag.
-Fyrsta skipið, sum varð tryggjað hjá okkum var nýbygningurin Hvilvtenni og síðan eru fleiri løgd aftur at. Tað er sjálvsagt hørð kapping á marknaðinum, og tá vit fáa eitt skip frá okkara kappingarneyta, so er tað tí at vit kunnu geva eitt betri tilboð, sigur Páll Konoy, stjóri.
-Vit eru komin væl frá byrjan og eg haldi framvegis, at pláss er fyri báðum tryggingarfeløgunum, sigur Páll Konoy, stjóri í sjódeildini hjá Trygd. Hann var fyrr stjóri hjá sjódeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Hann er garvaður á hesum øki.
? Og vit hava longu avgreitt tann fyrsta stóra skaðan. Nótabáturin Norðborg fekk ein sjógv herfyri og sjógvur kom í maskinrúmi. Skipið varð umvælt í Noregi, skaðin er rindaður og skipið hevur verið fleiri túrar síðan, sigur Páll Konoy.
Góðan sýnsmann?
Tað sum hevur størstan týdning hjá einum felag, sum fæst við skipatryggingar, er sýnsmaðurin og Páll Konoy er sera fegin um at hava fingið Finn Christiansen at taka sær av hesum. Finn hevur drúgvar royndir sum sýnsmaður og er eisini avhildin av skipaeigarum. Hann hevur fyrr arbeitt hjá Veritas. Finn Christiansen, sum býr á Skála, arbeiðir sum konsulentur hjá Trygd.










