Trygd svarar aftur

Tryggingarfelagið Trygd lækkar nú eisini prísirnar á fleiri tryggingum til privatkundar.

Í morgun boðaði Tryggingarfelagið Føroyar frá, at tey lækkaðu prísirnar við 20 prosentum, og nú svarar Trygd aftur og lækkar sínar prísir við 20 prosentum.

Eisini hjá Trygd grundgeva tey lækkingina við, at skaðaendurgjøldini eru nógv lækkað seinnu árini.

- Vit hava altíð kappast, og tí hava vit eisini altíð havt eitt vakið eyga við okkara útreiðslustýring við atliti at kappingarførinum. Tí eru vit eisini til reiðar at standa okkum í kappingini um føroysku tryggingartakararnar nú, sigur Janus Thomsen, stjóri í Trygd.

Trygd lækkar prísirnar á akfars-, sethúsa- og innbúgvstryggingum til privatkundar frá 1. juli 2013. Felagið fremur príslækkingina sjálvvirkandi, so tryggingartakararnir skulu einki sjálvir gera fyri at fáa bíligari tryggingarkostnað.