Trygd hevur broytt uppsagnartíðina

Sigur tú sáttmála tín við Trygd, kanst tú longu komandi mánað vera kundi Tryggingarfelagnum Føroyar. Hetta er eitt tilboð Trygd gevur kundum sínum frá í dag at rokna Inntil í dag hevur tað verið soleiðis á føroyska tryggingarmarknaðinum, at hevði tú eitt ynski um at skifta tryggingarfelag, so kundi hetta ikki fremjast í verki fyrr enn eitt heilt ár eftir, at umbønin var latin inn. Uppsagnarfreistin var eitt heilt ár. Soleiðis hevur støðan verið hjá bæði Trygd og Tryggingarfelagnum Føroyar, men nú er tað broytt.

- Vit hava avgjørt, at kundin frítt skal hava møguleikan at velja sítt tryggingarfelag. Tí hava vit broytt uppsagnartíðina niður í ein mánað heldur enn eitt ár, seg Ali Celebi, stjóri á Trygd millum annað í morgun.

Stjórin á Trygd vísti millum annað á, at hetta fór at hava við sær ein størri dynamikk á marknaðinum. Krøvini til kappingarføri fara at vaksa, og sama við fyrisitingarligu krøvunum. Tá hetta var sagt, so duldi Ali Celebi heldur ikki yvir, at tað er teirra vón, at kappingarneytin Tryggingarfelagið Føroyar fer at geva sínum kundum sama møguleika, soleiðis at teirra kundar eins lættliga kunnu skifta verandi sáttmálan út við ein hjá Trygd.