Trý sjúkrahús í Libanon steðga nú sínum virksemi orsakað av ísraelskum álopum.
Hetta veit tíðindastovan AFP at siga seinnapartin í dag.
Í dag eru fýra heilsustarvsfólk dripin í ísraelskum dronuálopum nærindis sjúkrahúsinum í býnum, Marjayoun, í syðra parti av Libanon.
Sagt verður, at heilsustarvsfólk vórðu flutt av sjúkrahúsinum, og arbeiðið á sjúkrahúsinum helt uppat.
Sambært stjóranum á sjúkrahúsinum, Mounes Klakesh, arbeiddu tey fýra, sum lótu lív, ikki á sjúkrahúsinum í býnum.
Hetta veit tíðindastovan, Al Jazeera, at siga í dag.
Sambært Heimsheilsustovninum WHO er 28 heilsustarvsfólk dripin í Libanon seinastu 24 tímarnar í ísraelskum álopum.